So eydnaðist at vinna í gøtu :)

Enduliga vunnu vit á Víkingi í Gøtu, og tað kennist fantastiskt. Dysturin var kanska ikki av teimun bestu hjá NSÌ í ár, men sigurin er sera søtur.

Víkingur byrjaði dystin nógv betur enn NSÌ, og legði seg uppiborið á odda 1-0 í fyrra hálvleiki. Víkingur hevði eisini ein gyltan møguleika at økja um leiðsluna, tá teir fingu eitt brotspark, men Símun Rógvi framdi eina klassa bjarging, og helt NSÌ inni í dytinum. Hálvleikstøðan var 1-0 til Víking.

Seinni hálvleikur var ikki gamal, tá Klæmint javnaði til 1-1, eftir eitt gott innlegg frá Einari, og nú var so lív aftur í dystinum, og alt purasta opið. Tá so ca 75 minuttir eru spældir fær Andreas á Lava sítt seinna gula kort, og verður tí vistur av vøllinum. Dysturin dovnar eitt sindur, og tað virkar sum um at bæði liðini eru nógv við javnleikin, men so hendir tað, sum øll NSÌ viðhaldsfólk kunnu fegnast yvir. Àrni Frederiksberg knallar eitt langskot í kassan í yvirtíðini, og NSÌ vinnur dystin 2-1.

Frøðin er ómataliga stór, og tað kennist heilt fantastiskt at hava vunnu í Gøtu. Nú eru vit bert 2 stig frá Víkingi og KÌ, og eru enduliga við í oddinum í føroyskum fótbólti. Kenslan er góð, at vit nú enduliga vunnu ein dyst, har allar metingar vóru at vit longu høvdu tapt, men NSÌ liðið er sera væl fyri, og leikararnir prógvaðu í dag sítt virði, FANTASTISKT DREINGIR:

 

KOYR Á NSÌ

 

Líknandi tíðindi