Jonnhild á Sondum á WU19-landsliðnum!

Mynd: Hjalmar Jóhan Juul

Pætur S. Clementsen, høvuðsvenjari hjá WU19-landsliðnum, hevur úttikið tær 20, ið skulu mynda hópin til EM undankapping í Belgia 25. – 31. oktober.

Millum tær 20 er ein av steypavinnarunum, Jonnhild á Sondum, úr NSÍ úttikin.

Avbjóðingin hjá WU19-landsliðnum er stór. Tær tryggjaðu sær seinast, við a vinna bólkin í fjør, eitt pláss í A-deildini hjá UEFA. Føroyar er í bólki við Belgia, Írland og Hollandi.

Leikskráin hjá WU19-landsliðnum sær soleiðis út:

25.10.2023 kl.19.00 (18.00 føroyska tíð): Holland – Føroyar

28.10.2023 kl.19.00 (18.00 føroyska tíð): Írland – Føroyar

31.10.2023 kl.15.00 (14.00 føroyska tíð): Føroyar – Belgia

NSÍ ynskir Jonnhild og hinum í hópinum bestu eydnu við uppgávunum!

Líknandi tíðindi