Felagið

Jonhard og Meinhard heiðraðir.

Á samkomu í kvøld, sum Venjarafelag Føroya (VFF) skipaðu fyri vóru Jonhard Hilmarsson Hansen og Meinhard Egilsson Olsen heiðraðir.

Jonhard varð av nevndini í VFF, heiðraður sum ársins eldsál 2013. Í grundgevingini fyri valinum av Jonhard sum ársins eldsál, varð tikið fram tað drúgva og stóra arbeiði sum hann hevur gjørt fyri NSÍ í skjótt 25 ár, bæði sum venjari og nevndarlimur í felagnum.

Niðurstøðan er at Jonhard er ímyndin av felagnum. Hann er Mr. NSÍ.

Meinhard Egilsson Olsen varð av venjarum í unglingadeildini (dr U-18) valdur til ársins unglingaleikara í 2013.

Í grundgevingini fyri valinum av Meinhard sum ársins unglingaleikara, varð tikið fram hansara ágrýtni, likamligi førleiki og skjótleiki sum hevur altjóða støði. Hóast Meinhard bert er 16 ár so hevur hann føroyska metið fyri flest spældar U-17 landsliðsdystir fyri Føroyar – 18 íalt.

Meinhard gjørdist eisini toppskjútti í unglingadeildini og hevur verið at sæð 5 ferðir á besta liðnum hjá NSÍ í ár.

Hjartaliga tillukku Jonhard og Meinhard.

Til ber at hoyra samrøður og síggja kykmyndir sum Heri Simonsen gjørdi við Jonhard og Meinhard, við at fara inn á www.in.fo

Líknandi tíðindi