So byrjar kappingin aftur
Ídag spæla vit okkara fyrsta dyst í ár, hann er í Gøtu mótur Víkingi, dysturin byrjar kl 15.00
NSÍ hevur í kvøld skriva undir sáttmálar við Aron Miðberg Mikkelsen og Meinhard Debes Geyti. Hettar er ein partur av framtíðar ungdómsmenningini hjá NSÍ, har tankin er at vísa teimum ungu leikarnum álit. Tí hava Aron og Meinhard nú í kvøld skriva undir sínar fyrstu sáttmálar við NSÍ. Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við…
Longu í fyrsta minutti vóru okkara menn í vandamiklum álopi, har Magnus kom í góða støðu, men bólturin støkk inn til málmannin. Eitt groft æl beint undan dystarbyrjan gjørdi, at vøllurin var vátur og menn tóktust darvaðir av hesum og tað viðførdi eisini óvanliga nógvar tekniskar feilir í fyrra hálvleiki. Í 4. min. er…
Jann Martin Mortensen hevur longt sáttmálan við NSÍ. Jann Martin hevði eitt gott kappingarár í ár, og kunnu vit nú fegnast um at Jann Martin hevur longt sáttmálan við NSÍ. Tað er gott at eiga góðar stuðulsleikarar, sum ynskja at hjálpa og stuðla NSÍ. Vit ynskja Jann Martin tillukku við nýggja sáttmálanum. SAMAN…
Samanhald ímillum venjarar, leikarar, hjálparfólk, nevnd, stuðlar og fjepparar í einum felagið hevur alt at siga. Tað hevur ómetaligan týdning at fólki aftanfyri liðið er við og eru positiv. NSÍ er eitt felag sum hevur tørv á at vit øll standa saman, eisini tá mótbrekkan er tung og til tíðir møtumikil. NSÍ hevur tørv á…
Gunnar Nielsen málverji á føroyska A-landsliðnum vitjar NSÍ í morgin hósdagin 20 juni. Skráin er hendan. kl 15.00-17.00: Málmansvenjing fyri málverjar hjá NSÍ dreingir U-12 til og við U-18 Venjarar verða Gunnar Nielsen, Jens Martin Knudsen og Kristian Joensen. Málverjarnir verða flokkaðir í 3 bólkar sum roterað millum venjarnar. Kl 17.30: Gunnar Nielsen hevur fyrilestur…
Heidi Sevdal og Ansy Sevdal Jacobsen eru úttiknar til kvinnu landsliði í samband við ein vinardyst í móti Estlandi 9 mars á Tórsvølli kl. 20:00. Vit ynskja tykkum hjartaliga tillukku við úttøkuni
Ongar vørur eru í kurvuni