Felagið

NSÌ Dreingir U-14 Føroyameistarir 2012

Við einum flottum og uppibornum 2-0 sigri á 07 Vesturi í Sandavági á seinasta leikdegnum í ár, tryggjaðu okkara U-14 dreingir sær Føroyameistaraheitið í 2012.

Eitt mál kom í hvørjum hálvleiki og Petur Knudsen gjørdi bæði málini.

Ungdómsdeildin ynskir dreingjunum og venjarunum Harry og Àlvur hjartaliga tillukku við gullinum. Tað er sera hugaligt at fylgt hesum dreingjunum hvussu teir støðugt hava ment seg ár eftir ár og nú endaðu við at vinna FM uppiborið.

Hetta er fimtu ferð at NSÌ vinnur FM í deildini og hevur tískil vunnið steypið til ognar. NSÌ vann FM í 2002,2003,2005,2010 og so í 2012.

FM heitið ber eisini boð um at NSÌ hevur nógvar leikararar ávegis sum kunnu væntast at traðka til besta líðnum hjá felagnum um ikki so langa tíð.

HJARTALIGA TILLUKKU

 

SAMAN STANDA VIT STERK.

 

Liðmynd

Afv. Harry Knudsen venjari, Rani Lamhauge, Benjamin Knudsen, Sonni Mikkelsen, Jógvan Olsen, Petur Sjúrður Lamhauge, Eli Joensen, Òlavur Nón, Petur Knudsen, Jóhann Gaaardbo, Mórits Heini Mortensen, Hans Marius Davidsen

Ffv. Pætur Hentze, Mikkjal Bjartalíð, Gorm Nielsen, Kári Hansen, Aron Knudsen, Heðin Nielsen og Jannik Olsen

Líknandi tíðindi