Seks leikarar úr NSÍ úttiknir til Føroyska U-17 landsliðið

Í døgunum 5. til 11. august verður árliga Norðurlandameistarakappingin fyri U16-landslið við dreingjum. Í ár verður kappingin í Hamar í Norra. Føroyska U16-landsliðið er komið í bólk saman við Finnlandi, Norra og Onglandi, sum er gestalið til NM-kappingina.

Fyrsti dysturin hjá føroyska U16-liðnum verður í mánadagin 5. august.

Í hesum sambandi hava U17-landsliðsvenjararnir, Áki Johansen og Pól F Joensen, hava úttikið heilar seks leikarar úr NSÍ.

Leikararnir úr NSÍ eru Karstin Hansen, Michal Przybylski, Betuel Hansen, Petur Knudsen, Andrias Poulsen og Meinhard Olsen. NSÍ er tað felagið sum er nógv best umboðað á U-17 landsliðnum.

Hinir í hópinum eru:
Teit Jacobsen, Heri Mohr, Bartal Wardum og Jákup Ludvig Thomsen, HB

Pól Fláaberg, Jan á Högaryggi og Rói Olsen, EB/Streymur

Hjalti Strømsten, Víkingur

Jóhan Waag Høgnesen og Mikkjal á Bergi, KÍ

Høgni Egilstoft Nielsen, 07 Vestur

Ari Krosslá Poulsen, FC Suðuroy

Á myndini omanfyri av Nsí dreingjum U-18 er Karstin nr 1 afv, Andrias Poulsen nr 1 frv, Betuel Hansen nr 4 frv, Michal Przybylski nr 5 frv og Meinhard Olsen nr 7 frv. Petur Knudsen manglar á myndini.

Líknandi tíðindi