Jonhard dagsins maður móti Víkingi

Tit hava valt Jónhard Frederiksberg til dagsins mann í 1. hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið móti Víkingi, sum vit tepurt taptu 3-2 í Gøtu mikukvøldið. Jónhard fekk 14 % (10 av teimum 72 givnu atkvøðunum). Jónhard var sum altíð tryggur í verjupartinum og hevði fleiri avgerandi taklingar.

Á øðrum plássi komu tríggir leikarar, Einar, Jann Martin og Sjúrður, ið allir fingu 13 % (9 atkv.).

Í dag kl. 15 kemur TB á vitjan við Løkin. Okkara menn eru stabilir í løtuni, og TB er í framgongd, tí er lagt er upp til ein sera spennandi dyst.

[poll id=”57″]

Líknandi tíðindi