Gango aftur til NSÍ

Hilmar Jan Hansen: www.in.fo

Ungarski málverjin, Andras Gango, sum farna kappingarár spældi við 07 Vestur, verður nú aftur at síggja við Løkin í Runavík, har hann eisini var málmaður í 2010 og 2011, tí í kvøld hevur hann skrivað undir tvey ára sáttmála við NSÍ.

– Nú Kristian Joensen fer til Danmarkar at spæla, vildu vit ikki standa í vegin fyri tí, men stóðu so og høvdu brúk fyri einum royndum málmanni. Tað vísti seg, at Gango var tøkur, og tað er ein loysn, vit eru glaðir fyri, sigur NSÍ-venjarin, Trygvi Mortensen.

Andras Gango býr frammanundan í Runavík og er kendur í felagnum, so tað var eitt rættiliga upplagt val. Hann kom til Føroya í 2006 at spæla við ÍF, har hann var í fýra ár, áðrenn hann fór til NSÍ at spæla í tvey ár. Síðani spældi hann í fjør við KÍ og í ár við 07 Vestur, umframt at hann eisini hevur spælt ein einstakan dyst í ár við EB/Streymi.

Skal vera styrkur
Sæð í mun til farna kappingarár, so hevur NSÍ mist Karl Løkin, Pól Jóhannus og nú eisini Kristian Joensen, men Gango er tann einasti, sum er lagstur aftur at hópinum hjá runavíkingum.

– Vit hava altíð antennurnar úti, men hava annars ongar ítøkiligar ætlanir um at fáa nakran spælara aftrat. Og um tað skuldi verið, so skuldi tað verið onkur spælari, sum heilt greitt var ein styrkur fyri hópin, sigur Trygvi Mortensen.

Fýra av spælarunum, sum frammanundan er í NSÍ, hava um dagarnar eisini longt sínar sáttmálar við felagið, so Jens Joensen, Per Langgaard og Debes Danielsen halda fram í tvey ár aftrat, og Sjúrður Jacobsen hevur longt sín sáttmála við einum ári.

Líknandi tíðindi