Betri-liðini

Góð byrjan uppá árið: NSÍ-B68 1-0

NSÍ vann ársins fyrsta dyst 1-0 á grannunum B68 við Løkin í dag. Klæmint skorðaði einsamalla málið við brotssparki miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

Nokkso fitt av fólki hevði leita sær til dyst í dag, hóast veðrið at síggja til var vánaligt. Nógvur vindur var av vestri og darvaði hetta spælinum nakað – serliga var tað trupult at spæla bóltin í luftini. Tað var hóast alt turt allan fyrra hálvleik og meginpartin av seinna hálvleiki eisini.

NSÍ byrjaði við hesum 11: Andras, Jónhard, Per, Einar, Monrad, Andy, Magnus, Sjurður, Árni, Jann Martin, Klæmint.

Eftirsum hetta var fyrsti dysturin hetta kappingarárið og líkindini vóru so sum so, var kanska væntandi, at spælið ikki fór at hanga so væl saman.

Kortini NSÍ byrjaði dystin betur við fleiri góðum samanhangandi álopum. Longu í 4. minutti tóktist Andy at vera fríur við handaru stong eftir horna frá Árnu út høgru síðu, men høvdarin fór uppum.

NSÍ hevði yvir leysliga talt eini 15 horna í dystinum, og ber hetta boð um, at NSÍ leyp nógv á B68-málið. Man kundi kanska ynskt sær, at meiri spurdist burturúr hesum hornaspørkunum, men í dag darvaði vindurin heilt víst, tá bóltar skuldu skjótast høgt innfyri.

Jann Martin hevði ein góðan møguleika í 18. minutti, tá hann tveittir seg fram eftir einum bólti, sum Árni spældi inn fyri. Tíverri rakk hann ikki rættiliga bóltinum.

Í 24. minutti høvdaði Klæmint beint uppum eftir innlegg frá Jónhard úr høgru síðu.

Hóast leikliga yvirvág var sjálvt gjøgnumbrotið hjá NSÍ eitt sindur heppið. Eitt innlegg úr vinstru síðu í 27. minutti støkk upp í hondina á Jóhan Dávur, og Eiler bríkslaði fyri brotssparki. Klæmint var ósvikaliga tryggur, og skjeyt bóltin hart og flatt dygst úti við vinstru stong. Málmaðurin fór rættan veg, men megnaði ikki at røkka bóltinum.

Móti endanum av hálvleikinum royndi B68 at koma longur fram, serliga við kontraálopum. Størsti kjansurin var í 41. minutti, tá Andras kom út úr málinum móti einum B68-ara. Bólturin varð prikaður framvið Andras, men Per fekk fatur á bóltinum, áðrenn hann fór í málið.

Hálvleiksstøðan var 1-0. Eftir spælinum var hon væl uppiborin, men B68 var nær við at javna móti endanum av hálvleikinum.

Tað hevði verið hampiliga turt í fyrra hálvleiki, men grova ælið í steðginum hevði við sær, at fleiri áskoðarar uppdagaðu hvussu væl úthangi á nýggju fimleikahøllini við Løkin lívir.

Magnus royndi seg við einum beinleiðis skoti, beint tá NSÍ hevði givið bóltin upp í seinna hálvleiki, men málmaðurin hjá B68 hevði stýr á støðuni.

í 49. minutti sendi Árni eftir skjótálop ein bólt innfyri til Jónhard, men høvdarin fór uppum. Í 52. minutti var Klæmint júst ov stuttur at røkka einum langum innleggi úr høgru síðu. Løtu seinni sendi Magnus eitt hart fríspark úr vinstru síðu framvi handaru stong.

B68 royndi at finna útjavningina, og fluttu teir liðið longur niðan á vøllin. Eitt boð var í 60. minutti, tá bólturin varð spældur innfyri úr teirra høgru síðu. Tíbetur fyri teir gulu var eingin reyður fótur í nánd at prika hann inn. Eina løtu tóktist B68 at hava betur tak á niðjuni á vøllinum.

Hinvegin royndi NSÍ seg eisini við onkrum langskoti, frísparki og fleiri hornaspørkum.

Í 64. minutti spældu Monrad og Árni væl frameftir í vinstru síðu, men endaliga skotið hjá Árna fór nakað høgt og vð síðuna av.

Haraldur kom á vøllin fyri Andy í 68. minutti. Næstu løtuna hevði NSÍ fleiri skot, sum í flestu førum vórðu beind út til horna.

Debes kom á vøllin fyri Sjúrð í 81. minutti. B68 trýsti nú aftur.

Móti endanum hevði NSÍ onkran stóran kjans afturat. Klæmint høvdaði á stongina í 89. minutti, og Meinhard, sum júst var komin inn fyri Jann Martin, bleiv púra fríur við málmanninum í yvirtíðini, men málmaðurin megnað at beina bóltin út til horna.

Móti dystarenda vóru nógv fríspark og onkur gul kort.

Sostatt endaði fyrsti dysturin í ár 1-0 til NSÍ. Tað, sum hevði størstan týdning, var, at trý stig komu til høldar. Spælið var sera gott í løtum, kanska serliga í byrjanin av dystinum. Veðrið darvaði nakað í dag, og verður hetta vónandi betur, so hvørt vit nærkast summmarinum.

Komandi sunnudag kl. 15. er aftur lokaluppgerð á skránni – tá vitjar NSÍ hin uppflytaran – Skála.

NSÍ-B68 1-0
28′ min 1-0 Klæmint A. Olsen (brotsspark)
54′ Gult kort Niklas Poulsen (B68)
73′ Gult kort Jann Martin Mortensen (NSÍ)
83′ Gult kort Árni Frederiksberg (NSÍ)
87′ Gult kort Jóhan Dávur Højgaard (B68)

NSÍ: Andras, Jónhard, Per, Einar, Monrad, Andy (68′ Haraldur), Magnus, Sjurður (81′ Debes), Árni, Jann Martin (90′ Meinhard), Klæmint.

Líknandi tíðindi