Brøndby Cup 2012: U-15 tapti í dag 1-0 móti FC Midtjylland

Føroyska U15-landsliðið, sum í hesum døgum luttekur í Brøndby Cup í Danmark, spældi í gjár seinasta dystin í innleiðandi bólkaspælinum. Mótstøðuliðið var FC Midtjylland.

Hóast okkara dreingir spældu ein góðan dyst, og komu fram til fleiri vandamiklar málmøguleikar, ið áttu at havt givið mál – misnýttu millum annað brotsspark beint fyri steðgin – so endaði alt við teprum 1-0 sigri til FC Midtjylland.

Einsamalla málið hjá dønum kom eftir brotsspark tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, samstundis sum okkara dreingir spældu restina av dystinum við einum manni færri á vøllinum.

Men hóast 10 ímóti 11, so trýsti føroyska liðið fyri at fáa útjavnandi málið, og tað var eisini nær við. Men málverjin hjá FC Midtjylland stóð væl, og tí endaði alt við tapi í triðja dystinum í Brøndby Cup.
Saman um tikið vísti føroyska liðið gott spæl, og skaptu nógvar málmøguleikar. Men tá avtornaði stóðu okkara dreingir eftir við ongum.

Johan Waag Høgnesen fekk reytt kort tá hann royndi at forða fyri góðari málatsókn. Okkara evnaríki málverji Karstin Hansen bjargaði brotsparki frá dønum.

FC Nordsjælland vann sín dyst 2-0 móti SønderjyskE.

Endaliga støðan í innleiðandi umfarinum gjørdist at FCM gjørdist nr 1 við 7 stigum, FCN nr 2 við 5 stigum, Føroyar U-15 nr 3 við 4 stigum og SønderjyskE gjørdist aftast við ongum stigi.

Ì morgin skulu Føroyar spæla móti Køge BK. Hetta er fyrsti dystur um plasseringarnar.

 

HAGTØL:

Leikstaður: Brøndby, Danmark Dagf.: 31. juli 2012

Føroyar U15 – FC Midtjylland 0-1 (0-0)

Føroyar: Karstin Hansen Jóhan Waag Høgnesen Bjarni Petersen Hilmar Leon Jacobsen Eyðstein Zachariassen Janus Svabo Samuelsen Jákup B. Andreassen (liðs.) Adrian Justinussen Petur Knudsen Fannhard Skoradal Jákup L. Thomsen

Inn/útskiftingar: 44. min. Tummas Martin Jacobsen >> Fannhard Skoradal << 51. min. Jannik Olsen >> Adrian Justinussen << 64. min. Pætur Petersen >> Petur Petersen << 65. min. Rani Joensen >> Jákup B. Andreassen <<

Óbrúktir leikarar: Rói Zachariassen Daniel Johansen Teit Jacobsen

Kort: 55. min. Jóhan Waag Høgnesen (Reytt)  59. min Eyðstein Zachariassen (gult)

Venjarar: Eli Hentze og Hegga Samuelsen

KELDA: www.fsf.fo

 

Líknandi tíðindi