Brøndby Cup 2012: U-15 landsliðið vann í dag 1-0 á SønderjyskE í regn og torusláttri

Føroyar U15 – SønderjyskE 1-0 (1-0) KELDA:www.fsf.fo

Tummas M. Jacobsen og Eyðstein Zachariassen høvdu akkurát gjørt seg klárar at fara á vøllin, tá ið dysturin bleiv steðgaður. Tá vóru sjey minuttir spældir av seinna hálvleiki. Ógvusligt regn og torusláttur vóru orsøkin til steðgin. Fyrst bleiv sagt, at dysturin bleiv tikin uppaftur 20 minuttir seinni, men áhaldandi regn og tora noyddu fyrireikararnar at avlýsa alt fótbóltsspæl restina av degnum.

Tá ið dómarin blásti seinastu ferð, vóru okkara dreingir á odda 1-0. Petur Knudsen legði horna væl innfyri úr høgru, og eftir eitt sindur av trunkaspæli heilt inni í málteiginum, endaða bólturin hjá Jákup L. Thomsen. Og við einum góðum vinstrabeinsfluktara langaði Jákup bóltin upp í nærmasta horn.

Ódnarveðrið gjørdi, at allir dystir vórðu avlýstir, og verandi úrslit í leiktu dystum verður standandi. Tað merkir, at føroyska liðið hevur fingið 4 stig eftir fyrstu tvey umførini í Brøndby Cup 2012.

Seinasti dystur í innleiðandi bólkaspælinum verður spældur týsdagin kl. 17:20, ímóti FC Midtjylland.

MYND: Liðið sum byrjaði í dag móti SønderjyskE. NSÌ arnir Karstin Hansen (nr 1) og Petur Knudsen (nr 8) vóru við frá byrjan 

HAGTØL:

Leikstaður: Brøndby, Danmark
Dagf.: 30. juli 2012
Føroyar U15 – SønderjyskE 1-0 (1-0)
1-0: Jákup L. Thomsen
Føroyar:
Karstin Hansen Jóhan Waag Høgnesen Bjarni Petersen Hilmar Leon Joacobsen Daniel Johansen Janus Svabo Samuelsen Jákup B. Andreasen (liðs.) Fannhard Skoradal Petur Knudsen Adrian Justinussen Jákup L. Thomsen
Óbrúktir leikarar: Eyðstein Zachariassen Jannik Olsen Teit Jacobsen Rói Zachariassen Tummas Martin Jacobsen Rani Joensen Pætur Petersen
Venjarar: Eli Hentze og Hegga Samuelsen
Viðmerking: Dysturin varð avblástur vegna veður eftir 47 minuttir

Líknandi tíðindi