Eik Cup 2011. Innandurafótbóltskapping í Runavík 5-6 november

Ungdómsnevndin hjá NSÍ skipar fyri innandurafótbóltskapping í Ítróttarhøllini í Runavík vikuskiftið 5-6 november.
Kappingin verður fyri dreingjalið í aldursbólkunum pinkulingar til og við dreingir og pinkum í gentudeildini.

  • Aldursbólkar:
    Pinkulingar f.2004-2005Smápiltar f.2002-2003Piltar f.2000-2001

    Smádreingir f.1998-1999

    Dreingir f. 1996-1997

    Pinkur f. 2002-2005

Við liðunum dreingir 14-16 ár eru 4 leikarar, málverji íroknaður.

Við øllum hinum liðunum leika 5 leikarar, málverji íroknaður.

Loyvt er at hava ein skiftisleikara á hvørjum liði. Liðini skulu hava egin nøvn, ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.

Heiðursmerkir verða latin til nr. 1, 2 og 3 í hvørjum aldursbólki

Tilmelding á telefon 779096 og 270207,   ella á teldupost til [email protected] í seinasta lagi hósdagin  3 november  kl. 19.00

Kostnaður fyri hvørt liðið er 300 kr. 

Møguliga verður eisini ein royndar futsall kapping fyri smádreingir. Hetta fyri at vekja áhugan fyri hesum slagi av fótbólti. Meiri kunning um hetta kemur á heimasíðuna seinni.

 

Sí heimasíðu felagsins www.nsi.fo

 

Høvuðsstuðul fyri kappingina er Eik Banki

Líknandi tíðindi