U-17 landsliðið fekk javnleik í síðsta dystinum í EM undankappingini

Ì seinasta dystinum hjá U-17 landsliðnum í EM undankappingini í Luxemborg, fekk Føroyar í kvøld javnleik móti vertstjóðini Luxemborg. Dysturin endaði 1-1 eftir at hálvleiksstøðan var 0-0.

Føroyar løgdu seg á odda 1-0 í 49 min við einum frísparki sum Jón Àki Jacobsen úr FC Suðuroy hegnisliga setti í netið. Hetta var ein góð føðingardagsgáva sum evnaríki leikarin úr FC Suðuroy fekk.  Ì dag fyllir Jón Àki nevnliga 16 ár. Tillukku gubbasonurin við føðingardegnum og tillukku við málinum.

Ì 54 min fekk ein leikari hjá Luxemborg, reyða kortið, men føroyingar fingu tíverri ikki fleiri mál, sjálvt um trýstið á málið hjá Luxemborg, var stórt eftir útvísingina.

Ì staðin var tað Luxemborg sum í yvirtíðini fekk skorað mál so dysturin endaði við javnleiki 1-1.

Dystarhagtøl:

HAGTØL Føroyar Luxemborg
Goals scored 1 1
Attempts on target 2 7
Attempts off target 1 7
Corners 0 9
Fouls committed 16 18
Yellow cards 3 3
Red cards 0 1

 

Liðið:

Føroyar – Luxemborg 1-1 (0-0)

49 min: Jón Àki Jacobsen Føroyar 1-0

80+4 min: Gerhard Mersch Luxemborg 1-1

Føroyska liðið: Elias Rasmussen, Karl Martin Danielsen, Teitur Olsen, Jón Àki Jacobsen, Poul N. Mikkelsen, Sigurd Poulsen (Eivin Justesen 65 min), Haraldur Højgaard (Jákup Hansen 75 min), Hákun Edmundsson, Rasmus Sørensen (L) (Daniel Gudjónsson 80 min), Tórður Justesen og Pól Ingason. À beinkinum uttan at koma inn Fríði Sigurdsson, Meinhard Olsen og Jógvan á Lag Jacobsen. Venjarir eru Àki Johansen og Pól F. Joensen.

Føroyska liðið endaði aftast í bólkinum. Frakland gjørdist nr 1 við fullum stigatali nýggju stig, Luxemborg nr 2 við fýra stigum. Norður Ìrland fekk trý stig og Føroyar eitt stig.

Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar í morgin kl 14.00.

 

Líknandi tíðindi