Leikarar

Hóast kappingin nýliga er liðug, verður áhaldandi arbeitt við fyrireikingum til komandi kappingarár.

Sum vanligt hevur dentur fyrst verið lagdur á at knýta ungu evnaríku leikararnar til felagið, og hevur hetta gingið sera væl.

Viggo Hansen, Monrad Holm Jacobsen og Kristian Joensen eru komnir heim aftur eftir útlegd ávikavist á Toftum, í Klaksvík og í Vágunum.

Toppskorarin og ársins spælari hjá okkum, Klæmint, heldur áfram í felagnum saman við ársins stjørnuskoti, altíð ágangandi, Árna Frederiksberg, ið veruliga fekk sítt gjøgnumbrot í ár.

Hóast síni ungu ár er verjukempan Jens Joensen longu at rokna sum ein av royndu leikarunum í felagnum, og verður hann eisini við komandi ár.

Ágrýtnu miðvallarleikararnir Jann Martin Mortensen og Debes Danielsen halda somuleiðis fram.

Hóast eingin ársungi, má Helgi L. Petersen sigast at hava fingið sín annan ungdóm millum annað við Man of the Match avrikum móti Fulham í summar. Við sínum royndum hevur hann ein týðandi leiklut millum ungu alvarnar.

Lovandi miðverjin Per Langgaard er við at vera tøkur aftur eftir drúgt árslangt tíðarskeið við knæskaða.

Teir 4 lyklaleikararnir á unga 1. deildarliðinum hjá okkum, sum var besta “næstbesta” liðið í landinum í 2011, Bárður Miðjord, Rógvi Højgaard, Arni Gregersen og Andrias á Líknargøtu, halda somuleiðis fram.

Sostatt er longu nú greitt, at hesir 14 vera at síggja við Løkin næsta ár eisini:

Viggo Hansen
Monrad Holm Jacobsen
Kristian Joensen
Klæmint A. Olsen
Árni Frederiksberg
Jens Joensen
Jann Martin Mortensen
Debes Danielsen
Helgi L. Petersen
Per Langgaard
Bárður Midjord
Rógvi Højgaard
Arni Gregersen
Andrias á Líknargøtu

Líknandi tíðindi