Dreingir U-16 í finaluni í steypakappingini

Við einum knúsandi stórsigri í dag á KÌ, tryggjaðu okkara dreingir U-16 sær pláss í finaluni um Blaðberasteypið. Ùrslitið av dystinum var 5-0 til NSÌ eftir at hálvleiksstøðan var 1-0.

Málskjúttar í dag vóru: Betuel 2, Meinhard 2 og Jákup 1.

Àðrenn hálvfinaluna í dag høvdu okkara U-16 dreingir vunnið 6-2 á Víkingi, 9-0 á AB/B71 og so í hálvfinaluni í dag 5-0 á KÌ.

Ì landskappingini hevur eisini gingið væl. Liðið hevur vunnið allar sínar dystir higartil og liggur á einum deildum fyrsta plássi saman við FC Suðuroy.

Finalan um Blaðberasteypið verður leikt á Tórsvølli leygardagin 25 august móti FC Suðuroy.

FLOTT DREINGIR. SAMAN STANDA VIT STERKIR.

Líknandi tíðindi