Futsal kapping verður í vetur

Fótbóltssambandið skipar, í samstarvi við feløgini, aftur í vetur fyri FUTSAL kapping. Hesaferð bæði fyri dreingir og gentur.

Tilmeldingarfreistin er úti mikudagin 25. september – sí viðfesta Tilmeldingarskjal.

Kappingarnar byrja fyrst í november 2013 og enda um ½ februar 2014.

Aldursbólkarnir eru:

• Dreingir U12, U14 og U16

• Gentur U12, U14 og U17.

Ongin avmarking er sett í Tilmeldingarskjalið viðvíkjandi hvussu nógv lið eitt felag kann melda til í einum aldursbólki.

Hinvegin, so er tíðin í hallunum avmarkað. Hetta avmarkar so eisini hvussu nógv lið kunnu vera við.

Fótbóltssambandið tilskilar sær tí rætt til at avmarka talið av liðum um neyðugt.

Kappingin verður skipað eftir FUTSAL-leistinum, tó nakað tillagað vanligu fótbóltsreglunum.

Vit hava lagt okkum eftir at skipa kappingina kring landið, og skráin sær soleiðis út:

Dreingir

Tíð Stað Ábyrgdarfeløg

• 2-3 november KÍ-høllini KÍ

• 16-17 november Høllin í Kollafirði HB

• 30 nov-1 des Høllin á Giljanesi 07V

• 7-8 desember Høllin á Sandi B71

• 14-15 desember Høllin á Kambsdali Víkingur

• 18-19 januar Høllin í Trongisvági TB

• 1-2 februar Høllin í Runavík NSÍ

• 15-16 februar Høllin á Eiði EB/Str/Skála

Gentur

Tíð Stað Ábyrgdarfeløg

• 9-10 november Høllin á Eiði EB/Str

• 23-24 november Høllin á Skála Skála

• 11-12 januar Høllin á Eiði EB/Str

• 25-26 januar Høllin á Kambsdali ÍF

• 8-9 feb Høllin í Hoyvík B36

Eitt lið leikar bara ein dag – antin leygardag ella sunnudag.

Tað er bara ein tilmelding fyri alla kappingina – tey 8 ella 5 leikumførini. Tað ber tí ikki til at tekna seg t.d. til eina, tvær ella tríggjar kappingar.

Luttøkugjaldið fyri dreingjalið er 1200 kr fyri øll 8 leikumførini og 750 fyri tey 5 leikumførini hjá gentunum.

Tilmeldingarskjalið skal sendast til [email protected] í seinasta lagi mikudagin 25. september ella á fax nr 319079.

Tað er umráðandi at upplýsa hvør er samskipari/kontaktpersónur hjá felagnum tá talan er um FUTSAL.

Vit vóna, at kappingin fer at elva til meira fótbóltsvenjing og fótbóltsspæl hjá ungu leikarunum í vetrarsteðginum.

Undirtøkan í fjør var heilt góð og sum heild eydnaðist tiltakið sera væl, ikki minst takka verið innsatsin hjá feløgunum.

Og kappingin letur seg bara gera um fótbóltsfeløgini og Fótbóltssambandið ganga hond í hond og samstarva um praktisku viðurskiftini.

Fari við hesum at heita á feløgini um beinanvegin at kunna viðkomandi venjarar og leikarar um kappingina.

Við vón um góða undirtøku fyri hesum eitt sindur nýggja fótbóltsátaki.

v.h.

Petur Simonsen

Tekniskur stjóri

Líknandi tíðindi