Kunning um túrin til Belfast!

Mikukvøldið kl 19.30 er møguleiki at fáa meira kunning um túrin til Belfast. Vit møtast í NSÍ hølinum kl 19.30, har øll kunnu fáa nærri kunning um túrin.

 

Møguleiki verður eisini at keypa keppar og turrklæð at hava við sær til túrin.

Enn er møguleiki at keypa ferðaseðlar til túrin, so um tú ikki hevur keypt, so er at fara inn á heimasíðuna:

https://www.atgongumerki.fo/923785/kom-vi-til-belfast

 

Ferðaskrá:

Úr Vágunum 26. juni kl. 12.35 – Úr Belfast 27. juni kl. 23.30

 

Eisini ber til at keypa ferðaseðlar mikukvøldið í NSÍ hølinum. Vónandi kunnu vit fylla flúgvarin, soleiðis at vit gera alt vit megna at stuðla okkara monnum.

 

Saman standa vit sterk.

Líknandi tíðindi