Dania og Durita úttiknar til U-19 kvinnulandsliðið

Durita Nielsen og Dania Olsen sum hava sína fótbóltsuppaling í NSÌ, eru úttiknir til føroyska U-19 kvinnulandsliðið. Durita og Dania eru tvær sera evnaríkar leikararir sum eisini áður hava verið partur av føroyska kvinnu ungdómslandsliðunum.

Durita og Dania spæla við felagsliðnum NSÌ/B68 bæði í gentum 14/17 ár og 1 deildarliðnum.

Heimasíðan ynskir Duritu og Daniu hjartaliga tillukku við úttøkuni og góða eydnu á U-19 landsliðnum.

 

Tíðindaskriv frá www.fsf.fo

Rúni Nolsøe og Ingun Hansen hava úttikið 18 leikarar, sum í døgunum 20. til 25. oktober skulu til EM-undankapping í Kroatia.

U19-landsliðsvenjararnir við gentum, Rúni Nolsøe og Ingun Hansen hava úttikið føroyska hópin, sum í døgunum 20. til 25. oktober skal luttaka í EM-undankapping í Tuhelj í Kroatia.

Umframt vertstjóðina Kroatia, skal føroyska liðið eisini spæla móti Ukreina og Belgia.

Tær, ið skulu umboða Føroyar, eru:
Monika Biskopstø, Sigrun Sirdal, Gunnrið Fríða Joensen, Eyðvør Klakstein og Maria K. Thomsen, KÍ
Durita B. Nielsen og Dania A. Olsen, B68/NSÍ
Durita Kallsoy Róin, Maria Sólheim Thomsen, Annika Ragna Petersen og Jónfríð Hansen, ÍF
Jóhanna J. Lervig, Víkingur
Kristianna Hjelm Balle, B36
Anna A. Brimnes, Ásleyg Súnadóttir, Elsa Splidt Jacobsen og Elin Maria Isaksen, AB
Birna T. Johannesen, Skála

Skráin/dystir:
Ukreina – Føroyar (20. oktober)
Føroyar – Belgia (22. oktober)
Kroatia – Føroyar (25. oktober)

 

Líknandi tíðindi