Tepurt tap: KÍ-NSÍ 2-1

Dystarfrásøgn við Eyðun Gaardbo

Vit fingu onki stig heim við okkum av Djúpumýru í dag. Dysturin var sum heild ikki serliga hendingarríkur við fáum veruligum málmøguleikum. Okkara komu á odda tá 72 minuttir vóru farnir og tóktust hava stýr á dystinum, men tíverri sluppu klaksvíkingar innaftur í dystin.

Fyrstu 10. minuttir vóru KÍ-arnir vandamiklir – serliga Andy Olsen kom fleiri ferðir ígjøgnum í vinstra borði og legði vandamiklar bóltar innfyri. Fyrsti veruligi málmøguleikin hjá okkum kom aftaná 23. minuttir, tá Jens spældi Andrias í góða støðu, men skotroyndin fór framvið. Í 29. minutti fingu KÍ-arnir eitt mál kolldømt vegna rangstøðu. Tað var annars Hjalgrím ið skeyt við vinstra – Kristian tveitti seg og bjargaði – bólturin tók stongina og stakk útaftur til ein annan KÍ-ara sum var rangstaddur. Í 31. minutti roynir Magnus seg við skoti sum Gango bjargar. Í 35. min. spælir Andrias Klæmint, men Gango bjargar skotinum. Í 39. min. spælir Árni Andrias í góða støðu, men tíverri fekk hann ikki skot á bóltin. Í 41. skjýtur Magnus fríspark omanfyri og í 45. min. skjýtur Árni framvið KÍ málinum. Sum heild um fyrra hálvleik kann sigast, at har vóru nógvir hálvir møguleikar, sum onki spurdist burturúr. Nógvi vindurin darvaði eisini spælinum í ávísan mun.

Okkara løgdu munandi betur út í seinna hálvleiki og longu í fyrsta minutti er eitt sera væl gjøgnumspælt álop, sum endar við at Jann Martin leggur tvørturum til Klæmint, sum tveitir seg fyri at skalla, men hann gjørdist akkurát ov stuttur. Í 56. min. spælir Árni til Klæmint, men hann fekk ikki skot á. Í 59. min. vinnur Árni bóltin stutt frammanfyri miðjuna spælir Jann Martin leysan í høgru, men Gango bjargar skotroyndini. Í 17. min. er Andy í góðari støðu, men skotroyndin fer framvið NSÍ málinum. Í 68. min. hevur Árni skotroynd omanfyri.

Í 72. min. bragdar hjá okkum. Magnus sendi ein sera góðan bólt út til Jann Martin sum dróg inn í brotstegin – legði so stutt tvørturum til Klæmint, sum langaði hann upp í nettakið nærmaru megin og so var støðan 1 – 0 og okkara menn tóktust hava takið á dystinum. Løtuna aftaná roynir Andras seg við skoti sum fer uppum.

Í 76. min. javna klaksvíkingar. Páll Klettskarð fangaði ein leysan bólt einar 20-25 metrar úti mitt fyri, langaði til – bólturin fór í stongina og inn í málið. Eitt sindur snópisligt eftir at okkara tóktust hava takið á dystinum. Í 79. min. er aftur galið. Hjalgrím kom ígjøgnum í vinstru síðu – legði innfyri til ein púra leysan Páll Klettskarð, sum skallaði bóltin í málið.

Síðstu løtuna stríddust NSÍ-ararnir fyri at fáa útjavnandi málið. Pól Johannes bleiv fluttur fram í álopi. Í 86. min. legði Monrad bóltin fram til Pól Johannes sum snittaði víðari til Andrias i góða støðu – men verjan fekk beint bóltin til horna. Í 87. min. roynir Pól Johannes seg við skoti sum Gango bjargar. Av tí at NSÍ satsaði offensivt síðstu løtuna, hevði KÍ eisini fleiri vandamikil skjótálop, sum onki kortini spurdist burturúr.

Hetta var ein javnur dystur sum kundi fara báðar vegir – tíverri var eydnan ikki við okkum hesaferð.

Næsti dystur er á heimavølli ímóti HB 12. september.

KÍ – NSÍ 1 – 1 (0-1)
72’ 0 – 1 Klæmint A. Olsen
76’ 1 – 1 Páll Klettskarð
79’ 2 – 1 Páll Klettskarð

Liðið hesaferð: Kristian, Jens (’82 Monrad), Helgi, Pól Johannes, Sjúrður (’85 Pál), Árni, Andrass, Magnus, Jann Martin (’84 Debes), Andrias og Klæmint (liðsk.).

 

Myndir: Johnny Lamhauge

[nggallery id=227]

Líknandi tíðindi