Tíðindi

Grein frá Vespuni, Eyðun Gaardbo.

Sum smádrongur minnist eg, at vit – nógvir dreingir í grannalagnum – plagdu at vera yviri hjá Jógvani javnaldrinum og lurta eftir enskum fótbólti. Hetta var í teirri tíðini, tá gøta gekk framvið øllum húsunum norðeftir – áðrenn garðarnar. Tey høvdu besta signalið í útvarpstólinum, og har lærdu vit eisini so nøkulunda at fóta okkum í enskum fótbóltsmáli. Vit vóru heilhugaðir United fjepparar, ávirkaðir av søguni um flogvanlukkuna í 1958 og ikki minni hugtiknir av, hvussu skjótt felagið aftur reistist. Ein av hetjunum hjá okkum, Bobby Charlton, sum um dagarnar fylti áttati, var við á teirri vanlukku ferðini í 58. Eg var so heppin at sleppa at heilsa uppá mannin í 1978, tá eg við dreingjalandsliðnum, sum saman við unglingalandsliðnum, var á kappingarferð í Gøteborg. Charlton og hansara menn luttóku í millumlandakapping fyri veteranlandslið.

 

Á hesi ferðini royndu vit okkum á fyrsta sinni á graslíki. FSF var væl umboðað á ferðini og eisini Jógvan Arge – sum, umframt at siga frá dystunum, eisini gjørdi samrøður við leikarar, venjarar og umboð fyri FSF um graslíki sum framtíðarmøguleika í Føroyum. Helst var hetta startskotið til eina tilgongd, sum 8 ár seinni førdi til, at fyrsti graslíkisvøllurin í Føroyum gjørdist veruleiki.

 

Áðrenn skipaður fótbóltur var her á staðnum, hildu rættiliga nógv við KÍ, og eg var ein av teimum. Eg minnist, at eg slapp við pápa og pápabeiggja mínum til Havnar í 72 at hyggja eftir avgerandi dystinum ímillum HB – KÍ. Javnleikur var nóg mikið fyri KÍ, meðan HB mátti vinna. John Eysturoy, sum var venjari hjá NSÍ, í 1978 hugsi eg, tað var, legði HB á odda, men eitt lítið korter fyri leiklok javnaði Eiler Jacobsen fyri KÍ, sum harvið vann meistaraskapin, og tað var samstundis síðsta árið, at tiltikna 66-liðið vann meistaraskapin.

 

Aftur til tíðina sum smádrongur her úti á leiðini – til tíðina, áðrenn vøllurin við Løkina var liðugur. Vit spældu allastaðni, har tað yvirhøvur lat seg gera. Eitt mál í hvørjum enda, so gekk tað. Fleiri lokal fótbóltsfeløg vóru aktiv tá. Vit her úti høvdu RB, nakað longur inni var RÍF og so var GB – sum høvdu heimavøll á vøllinum við skúlan á Glyvrum. Skúlagarðurin við Rituvíkar skúla var eisini ein fínur vøllur, sum vit, sum gingu fyrstu skúlaárini i Rituvík, høvdu stóra gleði av. Rituvíkar Ítróttarfelag (RÍ) brúktu annars vanliga skúlagarðin omanfyri gamlaskúla at spæla á, men ta einu ferðina minnist eg, at vit spældu uppi á Gásafelli. Har var eitt rímiliga slætt øki, og so brúktu vit steinar til mál.

 

Her úti í Runavík skiftu vit ímillum ymsar vøllir – umframt teir smáu, sum vóru at finna uttanfyri at kalla hvørji hús. Ein vældámdur vøllur var har, sum Heilsumiðstøðin og fyrrverandi politistøðin nú eru. So hvørt bygningar komu, máttu vit flyta okkum. Ein teigur sunnan- og niðanfyri hjá Peturi Hammer bleiv rættiliga nógv brúktur. Har minnist eg, at Pauli, beiggi venjaralegenduna Tummas Jacobsen, onkuntíð plagdi at ganga við filmsupptøkutólinum, so vit kundu betra støðið – so tað ráddi um at gera sær ómak. Teir beiggjarnir mundu vera teir fyrstu her um leiðir, eg veit um, sum útvegaðu sær enskar búnar at spæla við. Eg meini, Pauli hevði landsliðsbúnan, meðan Rúni sjálvandi var í United búna. Millum vældámdu ensku liðini her úti tá, umframt United, vóru Tottenham, Nottingham Forest og eg hugsi eisini Stoke hevði onkran fjeppara, meðan Liverpool í stóran mun hevði fjepparar longri inni á leiðini.

 

Tá Jákup Mortensen keypti húsini frá Salomon, var ein fínur grasvøllur har niðanfyri húsini, sum vit plagdu at spæla á, og eisini var stykkið serstakliga væl egnað at sleta oman ígjøgnum, men alt hetta fekk ein bráðan enda, tá Jonna fór undir at gera urtagarð á økinum. Urtagarðurin bleiv bæði stórur og vakur og er tað enn, men við honum fór so ein fínur fótbóltsvøllur – fyri ikki at tala um hálkubreytina. Jákup arbeiddi í Sparikassanum, sum lat upp deild í 69. Ein starvsfelagi Jákups, sum starvaðist her á staðnum eitt skifti tá, var hin so kendi HB áleyparin Heri Nolsøe, og eg minnist, at hann var ofta við og vandi í Rituvíkar Skúla. Skiftingarrúmini í Rituvík blivu eisini nógv brúkt sum skiftirúm fyrstu árini, tá dystur var í Runavík, men onkuntíð skiftu vit eisini í kjallaranum hjá Jákupi, har allar hurðar altíð hava verið opnar fyri NSÍ.

 

Fótbóltsvøllurin var liðugur í 1972, og tað gingu ikki meira enn tvey ár, til vit á fyrsta sinni vóru í finaluni, har vit møttu TB. Tveir dystir skuldu til, og vit taptu heimadystin 2 – 0 og spældu javnt 2-2 seinna dystin, aftaná at hava verið á odda 2 – 0 eitt skifti. Tvøroyramenn munnu hava kent seg rættiliga tryggar, ella hava teir verið framskygdir, tí tá dysturin var liðugur, fingu vit eisini steyp, har á stóð prentað Nr. 2 NSÍ. Blíðskapurin var annars óførur, m.a. sluppu vit at svimja á Tvøroyri – sum var forkunnugt fyri okkum her á staðnum tá, eins og tað framvegis er – og so vóru vit eisini í Fámjin og sóu fyrsta føroyska flaggið.

 

Tvey ár seinni vóru vit aftur í finaluni, hesaferð ímóti KÍ og enn einaferð taptu vit tepurt. Minnist frá dystinum í Runavík, at Magnus Rasmussen fekk eitt so frágerða gott mál. Í grein um dystin aftaná skrivar Norðlýsið, at framtíðin hjá NSÍ sær bjørt út, og soleiðis bleiv tað eisini. At tað bar til at røkka so góðum úrslitum, hóast so fá ár á baki, var uttan iva takkað verið teim smáu vøllunum á grasteigum kring um allastaðni og tá so Jákup, Tummas, Dánjal og Arni W. Joensen, sáli, og aðrir góðir menn, saman við foreldrum við eldhuga, skipaðu venjing og tilrættalegging á besta hátt, var grundarlag fyri góðum úrslitum skjótt til staðar, hóast felagið í almennum fótbóltshøpi ikki hevði so mong ár á baki.

 

 

Góðan dyst.

Líknandi tíðindi