Aðalfundurin hjá NSÍ verður 24. februar 2016
Aðalfundurin hjá NSÍ verður mikudagin 24. februar 2016.
Fundurin byrjar kl. 19.00 í kantinuni í skúlanum við Løkin.
Skráin verður sambært lógum felagsins.
Starvsnevndin hjá NSÍ
Onkursvegna er søguliga støðan hjá NSÍ í føroyskum fótbólti ein endurspegling av vøkstrinum í økinum, har felagið hoyrir heima og er staðsett. Hon er eisini ein avleiðing av ítróttarligu raðfestingini í oynni, táið felagið varð stovnað. Eysturoyggin var hitt seinasta av stóru økjunum í landinum, sum veruliga fór undir at raðfesta fótbóltin í mun til…
Tann 1 juli gevst Ábraham Løkin sum høvuðsvenjari hjá NSÍ. Orsøkin til at Ábraham gevst, er at hann fer í starv uttanlanda. Felagið takkar Ábraham fyri tað stóra arbeiði, hann hevur gjørt fyri felagið og ynskir honum alt tað besta.
Aðalfundur var mikudagin 24. feb í matarhøllini í skúlanum við Løkin, har útvið 50 fólk møttu. Formaðurin í starvsnevndini, Sonni L. Petersen, tók væl saman um árið, ið nevndin hevur verið sera væl nøgd við. Málið um evropeiska luttøku er væl og virðiliga rokkið. Vit endaðu nr. 2 bæði í lands- og steypakappingini, so nú…
NSÍ-formaðurin, Karstin Joensen, var greiður í síni røðu á aðalfundinum hjá NSÍ. Frammanfyri omanfyri 100 trúgvum NSÍ-viðhaldsfólkum gjørdi hann greitt, at NSÍ skal endurreisast sum skjótast og á einum tryggum fundamenti. Ein nýggj nevnd hevur skipað seg, hópurin er við at koma uppá pláss, og venjaratoymið hevur longu verið í gongd eina tíð. Talan er…
NSÍ og Kia (Bergmotors) hava gjørt stuðulsavtalu, sum er galdandi fyri 2018 og 2019. Vit eru fegin um at Kia (Bergmotors) ynskja at stuðla NSÍ, og takka vit mangan ferðir fyri stuðulin. Vit síggja framm til eitt gott samstarv við Kia (Bergmotors) komandi 2 árini.
Aftur í ár er VOYT ein av stuðlunum hjá NSÍ. Vit er sera takksom fyri stuðulin, sum vit fáa frá VOYT.