Pub-quiz, syngið við & dansur
Nú leygarkvøldið (í morgin 20. juni) verður pub-quiz, syngið við & dansur (DJ) í hæddini í Saltangará.
Byrjað verður við pub-quiz kl. 22.00.
Kostnaður: Kr. 100,- fyri kvøldið.
Ítróttarstuðulin er ein íløga Á seinasta býráðsfundi í Runavíkar Kommunu vórðu kr. 690.000 býttar út til 17 ymisk ítróttarfeløg. Talan er veruliga um eitt ógvuliga fjølbroytt ítróttarlív í kommununi, og tað er at fegnast um. Ein áhugaverdur spurningur kom upp at venda á býráðsfundinum. Eigur kommunan at stuðla ítróttarvirksemi og hvussu stór skal upphæddin vera?…
Mikudagin 13. april kl 19.00 verður fyrilestur á Svangskarði, har m.a. fyrrverandi landsliðsleikarin Julian Johnsson luttekur. Fyrilesturin er fyri ungdómsvenjarar, foreldrum og øðrum fótbóltsáhugaðum. Vónandi møta allir okkara ungdómsvenjarar í NSÌ, foreldur og fótbóltsáhugaði yvirhøvur, fjølment á Toftum mikukvøldið. Ì tíðindaskrivinum í samband við framløguna verður sagt: OURE FODBOLD AKADEMI MODERNE TALENTUDVIKLING. ONSDAG 13. APRIL…
Eyðvør Jakobsen, WU17 landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin, sum skal til EM-undankapping í Albania í tíðarskeiðnum 24. – 30. novembur. Móttustøðuliðini hjá WU17 landsliðnum eru Kazakhstan, Wales og vertirnir, Albania. Úr NSÍ eru Helga Mikkelsen, Rannvá við Streym og Sólja Vinjardsdóttir Johansen úttiknar. Umframt at hava verið við U16 gentuliðnum hjá NSÍ í ár, hava tær…
Galdandi frá komandi mánadag 30 mai, verður venjingin hjá børnum undir skúlaaldur mánadagar frá kl 16.00-17.00. Vinarliga Sonja og Rakul
Við Løkin í gjárkvøldið spældu okkara unglingar seg í finaluna í steypakappingini . Mótstøðuliðið í hálvfinaluni var Skála. Talan var um ein rímuliga javnan dyst, sum NSÌ vann 1-0. Avgerandi málið skjeyt ungi Aron Jacobsen í fyrra hálvleiki. Finalan verður ímóti vinnaranum av dystinum KÌ – EB/S, á uttanveltaðum vølli 22 juni. Ì landskappingini, hevur eisini gingið…
Áki Leitisstein Hansen tók hesar myndirnar leygardagin, tá ið U-19 liðini hjá AGF og OB spældu í Århus. Millum leikararnar á vøllinum var Viljormur Davidsen, og uttanfyri vøllin saman við honum stóð Heri Hansen Nesá. Heri spælir á næstbesta liðnum hjá AGF. Dysturin millum U-19 liðini hjá AGF og OB endaði 1-0 til útiliðið, og…