Aðalfundur hjá NSÍ
Aðalfundurin hjá NSÍ, verður í kantinuni í skúlanum við Løkin mikudagin 26.02.14 kl.19.00 skrá sambært lógum felagsins.
Nevndin.
Kavin sær fyribils út til at sleppa takinum, vøllurin er aftur grønur, og hann lovar hampiligt veður mánakvøldið. Damurnar í Kiosktoyminum boða frá, at í samband við venjingina hjá bæði monnunum og kvinnunum mánakvøldið 23. januar, bjóða tær ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Hetta er eitt fínt…
NSÍ og Bakkafrost hava skrivað undir nýggjan 1 ára sáttmála. Sostatt verður Bakkafrost framvegis høvuðsstuðul hjá felagnum. – Vit eru sera glað fyri samstarvið við Bakkafrost. Tað hevur verið fyrimyndarligt, sigur Dánial Hansen, starvsnevndarlimur hjá NSÍ. Farið verður nú í gongd við fimta kappingarárið saman. – Bakkafrost er ein væl rikin fyritøka, ið er høgt í…
Ì samstarvi við Bank Nordik, skipar ungdómsnevndin hjá NSÌ fyri innandura fótbóltskapping fyri yngru deildirnar leygardagin 2 februar. Kappingin er fyri aldursbólkarnir: Gentur U-8: 7-10 ár (f. 2003-05) Gentur U-10: 10-12ár (f.2001-02) Gentur U-14: 12-14 ár (f. 1999-00) Dreingir U-8: 6-8 ár (f.2005-06) Dreingir U-10: 8-10 ár (f.2003-04) Dreingir U-12: 10-12 ár (f.2001-02) Dreingir U-14:…
Vodafone-liðið hjá felagnum spælir í nýggjum leikbúnum í ár. Í hesum sambandi hevur Berglon fingið hópin av leikbúnum og nýggjum frítíðarbúnum til sølu. Vit hava fingið ein av evnaríku ungu leikarunum í felagnum, Betuel Hansen, at vísa okkum nýggju búnarnar. Betuel spælir í smádreingjadeildini, hann spælir á miðvøllinum. Teir eru ósigraðir higartil í ár. Leikbúnin…
Enn ein av okkara ungu evnaríku talentum hevur longt sáttmálan við barndómsfelagið. Jannik hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við NSÍ. Jannik er ein sera evnaríkur leikari, sum longu hevur leikt nakrar dystir fyri besta liðið hjá NSÍ. Vit eru fegin um at Jannik nú hevur longt sáttmálan við NSÍ. Vit ynskja Jannik tillukku við…
25-ára gamli Viljormur í Heiðunum Davdisen spælir yrkisfótbólt í Vejle í Danmark. Í gjár vitjaði hann við Løkin í Runavík, har hann gav ungu NSÍ-leikarunum íblástur. Viljormur hevði eina framløgu fyri okkara U16 & U18-leikarum. Hann fortaldi teimum millum annað, hvat skal til fyri at gerast yrkisleikari uttanlands. Viljormur fór sjálvur sum bara 15-ára gamal…