Innandurakapping á Kambsdali
U10 dreingir hjá ÍF skipa fyri innandurakapping fyri yngru deildirnar í ítróttarhøllini á Kambsdali leygardagin tann 23. november 2013
Kappingin er deild upp soleiðis:
Gentur: Dreingir:
Pinkur U8 ár (f. 2006-2007) Pinkulingar U8 ár (f. 2006-2007)
Pinkur U10 ár (f. 2004-2005) Smápiltar U10 ár (f. 2004-2005)
Gentur U12 ár (f. 2002-2003) Piltar U12 ár (f. 2002-2003)
Smágentur U14 ár (f. 2000-2001) Smádreingir U14 ár (f. 2000-2001)
Gentur U17 ár (f. 1997-1999) Dreingir U16 ár (f. 1998-1999)
Unglingar U18 ár (f. 1996-1997)
Á hvørjum liði eru 5 leikarar, tó spæla dreingir, unglingar og gentur U17 við
4 leikarum.
Tað er loyvt at hava ein eyka leikara
Nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir.
Liðini skulu hava egin nøvn ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.
Kostnaður fyri liðið er kr. 300,- Tilmelding fer fram á
tlf. 224079 (Magna Lundsbjerg) ella tlf. 257130 (Marjun í Lambanum)
Seinasta freist at melda lið til er mikudagin 20. November kl. 22.00
Skipað verður fyri straffikapping fyri einstaklingar. Dømi: tá pinkulingar eru lidnir við teirra kapping, byrjar straffikapping fyri pinkulingar, o.s.fr. Tilmelding fer fram á staðnum. Kostnaður kr. 30.
Møguleiki verður at keypa toast og sunkist og eisini verður kaffisøla og tombola á staðnum.