Andras Brixen Vágsheyg undirskrivað sáttmála við NSÍ
Tann 21 ára gamli Andras Brixen Vágsheyg, hevur skrivað undir sáttmáli við NSÍ.
Andras hevur havt sína fótbóltsuppaling í HB og spælt sum verjuleikari, mest sum miðverji.
Hann hevur seinastu árini, verið í Danmark í lestrarørindum og hevur Andras tá spælt í donsku 2 deild. Seinasta liðið Andras spældi við var Fremad Amager.
Sambært Faroesoccer hevur Andras spælt 11 landsdystir fyri Føroyar. Við U-17 hevur hann spælt 7 dystir og við U-19 fýra dystir. Andras hevur eisini vant við U-21 landsliðnum.
Sáttmálin við Andras er galdandi hetta kappingarárið út.