Seinasti venjingardystur áðrenn kappingin byrjar
NSÍ og ÍF spæla venjingardyst Hósdagin kl. 18.30 við Løkin í Runavík. Hetta er seinasti venjingardystur áðrenn kappingin byrjar, so um tit ikki hava haft møguleikan at sæð NSÍ spælt, so er tað nú
Fyrrverandi mið- & verjuskansin hjá NSÍ, Oddfríður Gaardbo, verður 50 ár í dag. Oddfríður Gaardbo var ógvuliga drúgvur í miðverjuni og á miðjuni á besta liðnum hjá NSÍ í 80-unum og 90-unum. Hann umboðaði bara NSÍ, og tað gjørdi hann ikki færri enn 213 ferðir í øllum kappingum. Hóast hann ofta hevði verjukendan leiklut á…
Ballymena og Eystanstevna Altumráðandi succéskravið í fótbólti er at náa europiskum plássi. Tá tann setningurin er rokkin, er næsta ynskið at draga okkurt spennandi lið í lutakastinum. Í so máta hevur tað ikki altíð verið eins spennandi hjá okkara monnum. Í fjør møttu vit skotska Hibernian, sum á teirra heimavølli smurdu okkum av. Men heimadysturin…
Okkara heimvendi málmaður, Kristian Joensen, fyllir 30 ár í dag, 21. des 2022. Vit í NSÍ vilja ynskja Kristiani hjartaliga til lukku við runda degnum.
Í samband við stóru Gospel konsertina fríggjakvøldið á Eystanstevnu ber til at keypa nýggju vælumtóktu fløguna hjá Sirikit Jacobsen – “Lyftið” – í steðginum.
Fyrsti dystur millum báðar niðurflytarnar í fjør. Uttan iva ynskja bæði verða í toppinum, tá kappingarárið er liðugt, so talan verður um ein spennandi dyst. Samstundis er talan um eina kommunuuppgerð, og spælt verður um kommunusteypið. Dysturin verður Skírisdag, 6. apríl kl. 16.00 við Løkin
Vinnarar – tá ið NSÍ hevði stuðulsrenning mikudagin 11.sept Tann leikari sum rann flest pengar inn fyri aldursbólkin (deild) vann ein sodavatnskassa: U8: Jonn Mortensen U10: Jørgin Nielsen U12: Oddfríður Gregersen U14: Jústines á Roykheyggi U16: Petur Knudsen Gentir: Gerda Sólsker Stuðlarnir kundu eisini vinna. Hesir vóru: 1. Laks frá Bakkafrost á 7.5 kr –…