Líknandi tíðindi
Emil L Jacobsen hugleiður: “Tá NSÌ blandaði seg uppí”
Árið er 1987. Fótbóltskappingin er júst byrjað, og vónirnar til NSÍ eru heilt hampiligar. Árið fyri vann liðið steypakappingina fyri fyrstu ferð og fjórða plássið í landskappingini var tað besta nakrantíð. Nú hevur NSÍ styrkt seg við bretska áleyparanum Peter Frain. Hann er uppvaksin í ungdómsdeildini hjá West Bromwich Albion og hevur fýra U18-landsdystir fyri…
Stríðssigur: U-17 landsliðið vann á San Marino
Týsdagin spældi føroyska U17-landsliðið við dreingjum síðsta dystin í EM-undankappingini, sum seinastu dagarnar hevur verið í Georgia. Lagt var upp til ein javnan og spennandi dyst ímóti San Marino, og soleiðis bleiv eisini. Tað var ikki fyrr enn fýra minuttir vóru eftir at spæla, at Føroyar skoraði einasta málið í dystinum, og tryggjaði sær harvið…
Vinnarin er funnin
Lutaseðlar vórðu seldir á Eystanstevnuni í samband við stevnudystin millum NSÍ og Víking. Heldigi vinnarin hevur ognað sær eina Iphone 5s. Vinningurin er avheintaður. NSÍ takkar fyri stuðulin.
Áheitan! Hurðin er opin frá 15.00-22.00
Góðu tit Hettar er ein áheitan um ikki at leggja nakað ímillum hurðina inn til skiftingarrúmini í Bylgjuni. Hurðin er opin vanligar dagar frá kl 15.00 til kl 22.00, tí er ongin grund at leggja nakað ímillum hurðina. So vinarliga latið hurðina fáa frið, og gangi inn og út sum vanligt, tí hurðin er…
Brøndby Cup 2012: U-15 tapti í dag 1-0 móti FC Midtjylland
Føroyska U15-landsliðið, sum í hesum døgum luttekur í Brøndby Cup í Danmark, spældi í gjár seinasta dystin í innleiðandi bólkaspælinum. Mótstøðuliðið var FC Midtjylland. Hóast okkara dreingir spældu ein góðan dyst, og komu fram til fleiri vandamiklar málmøguleikar, ið áttu at havt givið mál – misnýttu millum annað brotsspark beint fyri steðgin – so endaði…
NSÍ vinnari av Grassroots 2011
UEFA peikaði á 25. mai sum serstakan Grassrootsdag í ár. Í hesum sambandið skipaði FSF fyri einum tiltakið í Gundadali undir heitinum Fótbóltur fyri øll, og sum var ætlað børnum í aldrinum 5-7 ár. Heili 450 børn møttu til væleydnaða tilkaðið. Samstundis heitti FSF á fótbóltsfeløgini kring landið um eisini at skipa fyri tiltøkum undir…