Abraham Løkin venjari hjá NSÍ 2013
Abraham Løkin gjørdi í kvøld sáttmála við NSÍ.
Abraham Løkin gjørdi í kvøld sáttmála við NSÍ.
Í samband við at NSÍ dreingir U-16 vunnu steypakappingin, skipar ungdómsnevndin fyri móttøku mánakvøldið 27 august kl 20.30 í NSÍ hølunum. Leikararar, foreldur, systkin og onnur avvarðandi eru hjartaliga vælkomin. Leikarnir vera bidnir um at hava gullmedaljurnar við. Hjartaliga vælkomin. Ungdómsnevndin
Europa League: Gefle IF-NSÍ 2-1 Karmarnir kring seinna dystin í fyrsta undanumfari av Europa League kappingini ímillum Gefle IF og NSÍ í Stockholm vóru av teimum bestu. Tað var heitt, eini 26 stig, men skýlini á søguliga Råsunda leikvøllinum vóru so mikið høg, at sólin ikki stóð niður á vøllin, tá dysturin byrjaði kl. 19….
Vælkomin til dyst! NSÍ og HB bresta saman við Løkin. Talan er um ein sera avgerandi dyst í topp stríðnum í føroyskum fótbólti. Ein dystur sum av hvørgin av pørtinum hevur rá at tapa. Dysturin er tí sera áhugaverdur, og roknast kann við ein spennandi dysti, har bæði liðini fara á vøllin fyri at vinna….
Síðani 6-1 dystin móti B71 seinasta sunnudag hava tit havt høvi at velja dagsins mann í dystinum. Hóast liðið alt spældi sum ein dreymur, varð liðskiparin og tvímálsskjúttin Christian Høgni greitt valdur til dagsins mann við 34% (67 atkv.) av teimum 195 givnu atkvøðunum. CHristian Høgni var sum ikki einaferð sera eyðsýndur í álopsspælinum, bæði…
NSÍ hevur tapt 2-3 móti B36 við Løkin í dag. Mamuka og Jústinus skoraðu okkara mál. Dystarfrásøgn við Marnar Pattinson. Lagt var upp til ein spennandi dyst við Løkin í dag tá í B36 kom á vitjan. Líkindini at spæla fótbólt vóru sera góð bara eitt lítið lot í fyrra hálvleiki og í seinna hálvleiki…
Higartil eru tilmeldað 35 lið til kappingina. Flestu tilmeldingarnar eru í aldursbólkunum U-8 dreingir og U-10 dreingir. Tilmeldingarfreistin er til kl 18.00 í kvøld. Av royndum vita vit at tær flestu tilmeldingarnar koma í dag. Tey sum ætlað at vera við skulu senda SMS til 779096 ella 223184 við upplýsingum um aldursbólk, liðnavn, kontaktpersón og…