Gentur undir skúlaaldur
Gentur undir skúlaaldur venja mikudagin 16 mai kl 16.45 við vøllin omanfyri Glyvra Skúla. Vant verður hvønn mikudag framyvir kl 16.45.
Sólin bakar niður, og veðrið er av tí fagrasta. Tí vóna vit at tað verða nógvir áskoðarar við Løkin í dag, tá NSÌ tekur ímóti TB/FCS/Royn kl 15.00. Fóbóltslíkindini eru av tí allar besta í dag, og ikki er neyðugt at lata seg í drakt osv at koma at hyggja eftir dystinum. Møtið fjølment í…
Fleiri av eldru liðunum eru byrjað at venja. Nú byrja 3. deild, U10-dreingir og U8-dreingir eisini at venja. 3. deild byrjar at venja hósdagin 12. mars kl. 21.00. U10-dreingir byrja at venja fríggjadagin 14. mars kl. 17.00. U8-dreingir byrja at venja mikudagin 18. mars kl. 16.00. Allar venjingartíðirnar hjá NSÍ verða kunngjørdar seinni.
Fróði Benjaminsen hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ. Fróði er nokk tann leikarin í Føroyum í dag, sum hevur flest royndir innan fótbólt. Hann hevur leikt eina rúgvu av landsdystum fyri Føroyar, umframt Evropa Cup dystir. Vit eru fegin um at Fróði Benjaminsen nú er partur av NSÍ hópinum. Vit ynskja Fróða Benjaminsen vælkomnan…
Durita Nielsen og Dania Olsen sum hava sína fótbóltsuppaling í NSÌ, eru úttiknir til føroyska U-19 kvinnulandsliðið. Durita og Dania eru tvær sera evnaríkar leikararir sum eisini áður hava verið partur av føroyska kvinnu ungdómslandsliðunum. Durita og Dania spæla við felagsliðnum NSÌ/B68 bæði í gentum 14/17 ár og 1 deildarliðnum. Heimasíðan ynskir Duritu og Daniu…
NSÍ-blusa vaksin kr. 350,00 børn kr. 300,00.Er at fáa til keyps hjá Gudni Nielsen tlf. 448535 – 270635.Til jólar eru tær til keyps í Gamla handli í smb. við Gomul Jól í Heiðinum.
Til ber hjá fólkið, ið ikki hevur møguleika at koma á Svangaskarð at síggja dystin. Tryst á leinkjuna niðanfyri. www.fsf-livestream.com Her hava øll møguleika at síggja dystin. Tó vóna vit at fólk heldur velur at koma á Svangaskarð at hyggja eftir dystinum.