Kristian dagsins maður móti Víkingi
Tit hava valt evnaríka málmannin hjá okkum, Kristian, til dagsins mann í heimadystinum móti Víkingi, sum vit taptu fríggjadagin í fyrru viku. Sum vera man í einum dystir, sum man tapir, er nakað av ágangi á okkara mál, og so var eisini hendan dagin. Kristian fekk 20 % av teimum 136 givnu atkvøðunum.
Stríðsmennirnir mittt á miðjuni gjørdust nummar tvey og trý. Óli Arge fekk 14 % og Jann Martin 12 %.
Í dag kl. 15 møta vit EB/Streymi við Margáir. Vónandi møta vit fjølment at stuðla dreingjunum.
Saman standa vit sterk!
[poll id=”34″]