Smápiltar á Argjum
Smápiltarnir hjá NSÍ vóru á Argjum í gjár og spældu fleiri dystir. Adrian Dalsá var við og tók nakrar myndir.
[nggallery id=149]
Í morgin, leyagrdagin 07.oktober, er stórt steypafinalu-vikuskfiti á Tórsvølli. Í NSÍ hava vit tvey lið í finalunum. Eina liðið er í U17 dreingja finaluni, meðan tann seinna finalan hjá NSÍ, er steypafinalan hjá kvinnunum! Í U17 dreingja finaluni er HB mótsstøðu liðið hjá NSÍ. Dysturin byrjar kl 16:00. Í finaluni hjá kvinnunum er tað KÍ,…
Fundur fyri øllum ungdómsvenjarunum hjá NSÌ kappingarárið 2011, verður sunnudagin 3 apríl kl 18.00 í NSÌ hølunum. Fundurin væntast at vera ein góðan tíma. À skránni verður: 1. Skipan av kappingini 2011 2. Uppgávur og skyldur venjarans 3. Røkt av hølum og venjingarútgerð 4. Foreldrafundir 5. Ymiskt Allir ungdómsvenjarnir vera bidnir at møta
Aron Knudsen hevur í dag skrivað ein eitt ára sáttmála við NSÍ. Hann kemur sostatt aftur at umboða barndómsfelagið. Vit í NSÍ bjóða Aroni vælkomnum heim, og fegnast um, at hann aftur kemur at spæla fyri Vespunum við Løkin. Saman standa vit sterk!
Øssur Hansen, U19 landsliðsvenjari við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum í tíðarskeiðnum 15. – 21. november fer til EM-undankapping í Kroatia. Móttstuøðu liðini hjá U19 landsliðnum eru Ísrael, Armenia og vertirnir, Kroatia. Úr NSÍ eru Jón Petur Thomsen og Teitur Knudsen úttiknir. Báðir hava teir verið partar av besta mansliðnum, ið vunnu sær uppflyting aftur…
Í góðveðrinum í dag hava 60 leikararar í aldrinum 6-12 ár, roynt sín bóltførleika á fótbóltsskúlanum hjá NSÌ. Instruktørar í dag hava verið Mathias Davidsen, Jens Martin Knudsen, Andy Olsen, Bogi Løkin, Karl Løkin, Pól Johannes Justinussen, Johan Troest Davidsen, Viljormur Davidsen, Christian Høgni Jacobsen, Einar Hansen og Tummas Eivind Hansen. Venjingin fyrrapartin var frá…