Broyting í venjingartíð hjá børnum undir skúlaaldur
Galdandi frá komandi mánadag 30 mai, verður venjingin hjá børnum undir skúlaaldur mánadagar frá kl 16.00-17.00.
Vinarliga
Sonja og Rakul
Í samband við reglugerð felagsins, verður ársaðalfundur hjá NSÍ hildin í kantinuni í skúlanum við Løkin 14.feb kl 19.00 Um fundurin ikki er viðtøkuførður, verður eykaaðalfundur aftaná aðalfundin sama kvøld. Uppskot til viðgerðar til aðalfundin, skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 1.feb Sum §8 í reglugerð felagsins vísur á verður aðalfundurin hildin í…
Rutt H. Gregersen hevur í kvøld fingið 1-ára sáttmála og spælir við Betri kvinnum hjá NSÍ í 2023. Rutt flutti í summarsteðginum í ár úr KÍ til NSÍ, har hon spældi á besta liðnum alla seinnu hálvu. Í 20 dystum er Rutt noterað fyri 7 mál. Vit gleðast um, at hon vil taka enn eitt…
U8-dreingirnir hjá NSÍ spældu í góðveðrinum í Runavík í gjár. Okkara lið spældi sera væl, og teir vunnu tveir teir fyrstu dystirnar. Orkan gekk undan seinasta dystin, og NSÍ hevði ongan eykamann á liðnum. NSÍ tapti seinasta dystin, men alt í alt vóru teir sera raskir í dag. Úrslit og málskjúttar: NSÍ-B71 5-0 (Beinir Johannesen 3, Jákup…
Fyrstu 4 dystirnir í landskappingini eru avgreiddir, og okkara dreingir hava vunnið allar sínar dystir og liggja á odda í kappingini. B36a-NSÍa 1-3 (0-1) Fyrsti dysturin varð leiktur í Gundadali. B36 hevur eitt krútsterkt lið í deildini, og virðingin fyri teimum var stór, kanska ov stór. Í øllum førum fingu okkara dreingir ikki spælið at…
Hanna Lamhauge Jacobsen kemur at spæla við NSÍ komandi kappingarár. Hanna er 19 ára gomul og hevur spælt 60 dystir í Betri deildini fyri B36. Hon hevur umboðað Føroyar á U19 landsliðinum, og bleiv úttikin til A-Landsliði í 2020, til dystin í móti Wales. Hanna er ein spennandi leikari, og ynskja vit henni hjartaliga vælkomnan…
NSÍ og Bill hava í dag gjørt sáttmála, Bill kemur at arbeiða í NSÍ venjaratoyminum, har hann kemur at hava ábyrgd av leikaramenningini. Bill kemur við sínum nógvum royndum, at styrkja um felagið, og fer at leggja orku og arbeiði í menningina av okkara ungu leikaranum. Hansara arbeiði verður í mesta mun yvirgangs fasan ímillum…