Arbeitt verður við heimasíðuni
Haldið okkum til góðar. Arbeitt verður við heimasíðuni í løtuni.
Eitthvørt var áfatt við gomlu síðuni. Síðan hevur tí broytt snið. Arbeitt verður í løtuni við at fáa gamla tilfarið yvir og at tillaga sniðið.
NSÍ tekur í dag ímóti Vikingi við Løkin, og er dysturin ein sann finala um at tryggja sær Evropa luttøku í 2020. NSÍ er í løtuni 6 stig frammanfyri Víking, og við einum sigri í dag, so kann NSÍ so gott sum tryggja sær 3 plássi í Betri deildini. Hinvegin má Víkingur vinna dystin um…
Bónus er aftur í ár ein av stuðlunum hjá NSÍ. Vit takka fyri góða stuðulin frá Bónus.
Føroyska U17-landsliðið við dreingjum fekk eina heldur keðiliga byrjan uppá EM-undankappingina, sum í hesum døgum verður spæld í Tblisi í Georgia. Í fyrsta dystinum skuldu føroysku dreingirnir royna seg ímóti Hollandi, ið verður mett at vera sterkasta landið, av teimum trimum londunum, ið Føroyar skulu spæla ímóti í hesari undankapping. Úrslitið gjødist 4-0 til Holland,…
FSF og feløgini byrja í næstum eitt felags átak. Ætlanin er at fáa kvinnur og menn at spæla heilsufótbólt. Tú skalt vera omanfyri 20 ár og ikki vera serliga vanur at spæla fótbólt. Umleið 2-4 ferðir um vikuna verður spælt uppá tvey mál. Man luttekur ikki í nakrari kapping, men tað verður bara spælt til…
Í døgunum 10. til 14. apríl fer føroyska U17-landsliðið við dreingjum at luttaka í eini U17-minikapping í Swansea í Wales, sum UEFA skipar fyri. Umframt vertirnar og Føroyar, eru Ísland og Norður Írland eisini við í kappingini. Í hesum sambandi hava venjararnir, Áki Johansen og Pól F. Joensen úttikið hesar 18 leikararnar: Teit Jacobsen, Hilmar…
Poul Helgi Jacobsen verður nýggjur samskipari hjá NSÍ. Poul Helgi hevur í mong ár verið ein góð hjálp í felaginum, og hevur altíð verið klárur við eini hjálpandi hond fyri NSÍ. Nú er so greitt at Poul Helgi kemur av verða samskipari í felaginum, hann kemur at taka sær av allari vanligari samskipan. Umframt kemur…