Ungdómslandsliðini til Aberdeen
Føroysku U-15 og U-17 dreingirnir eru nú komnir til Aberdeen. Teir fóru við toki úr Newcastle kl 17.00 sunnudagin og komu til Aberdeen kl 21.00 sama kvøld.
Ì morgin byrjar kappingin Aberdeen Football Festival www.aiff-aberdeen.com.
U-15 spæla sín fyrsta dyst kl 13.00 móti Dundee FC og U-17 dreingirnir kl 16.15 móti Birmingham City.
Vit vóru við tá U-15 dreingirnir vóru á tokstøðini í Newcastle ávegis til Aberdeen – sí myndirnar niðanfyri.
Heimasíðan fer at fylgja við kappingini og leypandi kunnað tykkum har heima í Føroyum.
[nggallery id=66]