Líknandi tíðindi
PÆTUR HØJ Á U-17 LANDSLIÐIÐ
Àki Johansen og Pól F. Joensen, landsliðsvenjarir, hava úttikið Pætur Høj á U-17 landsliðið, sum skal á venjingarlegu í Newcaste um miðjan juli og seinni til kapping í Aberdeen. Pætur er málverji á NSÌ dreingjaliðnum og er ein evnaríkur drongur sum vit vænta nógv av í komandi árum. Hjartaliga tillukku við úttøkuni og góða eydnu á landsliðnum.
NSÍ og Sámal Erik Hentze leingja ikki sáttmálan sínamillum.
Besta mansliðið hjá NSÍ hevur, sum kunnugt, longu tryggjað sær sætið aftur í bestu deildini. Sáttmálin millum NSÍ og Sámal Erik Hentze gongur út eftir hetta kappingarárið. Partarnir eru longu nú samdur um, at Sámal Erik ikki verður venjari hjá NSÍ næsta kappingarár. Sum avleiðing av hesum – nú uppflytingin longu er tryggjað – eru…
U-15 stórsigur móti Tasta IL
Næsti dysturin hjá U-15 liðnum hevur verið fyrrapartin í dag. Mótstøðuliðið var norska Tasta IL, sum er úr Stavanger. Tað sást beinanvegin at stórur munur var á liðunum báðum. Føroyingarnir vóru betri á at siga øllum plássum og stýrdu dystinum frá byrjan til enda. Ùrslitið gjørdist heili 10-0 eftir hálvleiksstøðuna 5-0. Við størri neyvleika kundi…
NSÍ SMÁDREINGIRNIR VINNARAR AV FYRRU HÁLVU
Næstsíðsti dysturin í fyrru hálvu av landskappingini í meistarabólkinum hjá smádreingjunum, varð leiktur í gjár á Niðara Vølli í Gundadali. Talan var um toppdyst. NSÌ smádreingirnir á fyrsta plássinum høvdu undan dystinum 22 stig, meðan HB á øðrum plássi hevði 17 stig. Dysturin endaði 1-1. Nú eitt leikumfar restar so er greitt at NSÌ smádreingirnir…
NSÍ’arar á WU15 landsliðnum!
Venjarin hjá WU15 landsliðnum, Sigtór Petersen, hevur úttikið tær 18 leikarar, sum skulu umboða Føroyar til Baltic cup 2023. Ímillum hesar 18 eru tríggir NSÍ´arar at finna. Tær eru Emma Charlotta Knudsen, Naomi Hansen og Sunnvá Skipanes. Tær tríggjar, Emma Charlotta, Naomi og Sunnvá spæla við U16 gentunum hjá NSÍ, og eru tær dugnaligar og…
NSÍ piltar á Århus Fodboldfestival
NSÍ luttekur í hesum døgum á Århus Fodboldfestival í Danmark. NSÍ hevur tvey lið piltar A og piltar B við á festivalinum. Trygvi Mortensen hevur sent heimasíðuni hesa frásøgnina. Tvey piltalið hjá NSÍ luttaka fótbóltfestivali í Århus fyriskipað av felaginum Skovbakken. Tað eru góðar umstøður, spælt verður bæði á grasi og graslíki. A piltanir skuldu…