Seyðaseðilin 2023 er trektur!
Seyðaseðilin 2023 er trektur, og tit síggja vinnarnar á myndini, ið er viðheft.
NSÍ takkar fyri stuðulin.
SAMAN STANDA VIT STERK!
Týsdagin 9. mai spæla menninir steypadyst á Svangaskarði. Fyri at betra um fortreytirnar at vinna inni á vøllinum, fara vit at gera nógv burturúr at vinna uttanfyri vøllin. Heitt verður tí á allar NSÍ fjepparar um at møta fjølment, og at verða íklødd gult. Saman standa vit sterk!
Mánadagin spældi U18 fyrsta dystin eftir summarsteðgin. Dysturin var spældur við Løkin móti AB, sum hevur Kára Reynheim sum venjara. Okkara løgdu bragdliga fyri og trýstu frá byrjan AB heilt aftur á vøllin. Trýstið gav eisini úrslit, tí longu i 12. minutti bleiv 1-0 til NSÍ. Gormur vann bóltin í nærdysti við ein ABara miðskeiðis…
Formaðurin setur orð á týdningin av dagsins dysti í móti TB og frøist um nýggja ættarliðið av Guliganz stuðlum. Sigurð Jón Einarson sigur frá hagtølum um innlegg, og hvussu vit føða geitina úr Rituvík. VIT ERU ØLL NSÍ Leikskráin, TAK NIÐUR
Stóra fyritøkan við heimstaði í Runavík hevur skrivað undir nýggja avtalu við NSÍ. Hetta merkir, at Borg framyvir verður ein av stórstuðlunum hjá NSÍ. Borg er í dag heildarveitari innan byggivinnuna, við deildum í Runavík, Klaksvík og Tórshavn. Tað hevur ógvuliga stóran týdning fyri NSÍ, at felagið hevur góðar stuðlar. Borg er ein av hesum…
Fundur fyri ungdómsvenjarnunum hjá NSÌ 2011, verður sunnudagin 16 Januar kl 16.00 í NSÌ hølunum. À fundinum fara vit at tosa um hvussu vit tilrættisleggja venjingina fyri kappingarárið 2011 og viðurskiftir sum viðvíkja venjarastarvinum. Pauli Poulsen Vodafonevenjari verður eisini við og fer at tosa um, hvat ein leikari skal duga tá hann byrjar at spæla…
Formaðurin setur orð á NSÍ liðið, sum í ár, í mestan mun, er mannað við lokalum leikarum. Tofta Ítróttarfelag verður ynskt hjartaliga tillukku við 60 ára føðingardegnum. Tórbjørn Jacobsen hugleiðir. Les hvat liggur aftanfyri orðini “Eg skal ikki berast út av mínum egna heimavølli sum tapari. Gev mær heldur nógmikið av krúti, soleiðis, at toftamenn…