Málini hjá kvinnunum
Vit elska øll at síggja mál, og kvinnuliðið hjá okkum hevur fingið nógv mál í ár. Her er ein samandráttur av øllum málunum hjá kvinnunum fram til 17. mai í ár.
Langt um leingi bar til at spæla fótbóltsdystir aftur. Kappingin hevur verið tarnað av, at kavin ikki hevði hug at sleppa okkum heilt, og síðan var landsliðssteðgur. Í dag kom tó gongd í aftur hjá teimum vaksnu, og væl kom burturúr. Kvinnurnar spældu vesturi á Dungasandi, og lótu ongan iva verða. Stóra hetjan og dagsins…
Systrarnar Rúna og Lena Olsen hava seinnu árini havt týðandi leiklutir á besta liðnum hjá NSÍ kvinnunum. Serliga Rúna, sum var við í flest øllum dystunum farna kappingarár, hevði eitt gott ár í fjør, sum varð lønt við einari landsliðsúttøku. Lena var eisini við landsliðnum í ár, men fekk einans um endan á kappingarárinum í…
Vit fegnast um at tað stundum verður lagt afturat hópinum hjá kvinnunum, nú Jonnhild á Sondum hevur skrivað undir 1 ára sáttmála. Hóast sín unga aldur leikti Jonnhild 20 dystir á besta liðnum síðsta kappingarár og skeyt 3 mál. Hon hevur farna árið eisini umboðað bæði U17 og U19 landsliðini í ár, so einki er…
Vit kunnu í kvøld kunngerða, at vit hava skrivað sáttmála við ein spennandi leikara á kvinnusíðuni. Talan er um skjótt 22 ára gomlu Sara Samson Lamhauge, sum skiftir úr besta liðnum hjá HB, har hon hevur leikt síðan 2016. Síðan 2015 hevur Sara umboðað øll landsliðini, og eitt skifti var Sara í Italia og spældi…
NSÍ hevur í kvøld gjørt avtalu við Allan Dybczak um at verða høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðinum hjá okkum. 48 ára gamli venjarin var í tvey ár hjá B36 kvinnum, og hevur síðstu 10 árini verið venjari hjá HB, meginpartin av tíðini hjá besta kvinnuliðnum. Talan er tí um ein sera royndan føroyskan venjara, við góðum…
So rullar bólturin endiliga aftur við Løkin, og bæði menn og kvinnur okkara skulu spæla venjingardyst móti B36. Menninir spæla kl. 12 og kvinnurnar kl. 17. Vit síggjast við Løkin.