Sjavsur verður sunnudagin kl. 16
Næsti sjavsur verður sunnudagin 05. februar kl. 16.
NSÍ hevði aðalfund hóskvøldið. Umframt frágreiðingar frá starvsnevnd og ungdómsnevnd var nevndarval á skránni. Í starvsnevndina komu Ragnhild Knudsen og Jóna Kristiansen fyri Bjarka á Gerðisbakka og Gudny Nielsen. Kinna Olsen og Bjarki á Gerðisbakka eru nývaldir tiltakslimir. Starvsnevndin skipaði seg eftir fundin. Sølvi Reinert Hansen heldur fram sum formaður. Árni Midjord er nú næstformaður….
NSÍ hevur í kvøld skriva undir sáttmálar við Aron Miðberg Mikkelsen og Meinhard Debes Geyti. Hettar er ein partur av framtíðar ungdómsmenningini hjá NSÍ, har tankin er at vísa teimum ungu leikarnum álit. Tí hava Aron og Meinhard nú í kvøld skriva undir sínar fyrstu sáttmálar við NSÍ. Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við…
Aftur í ár er KJ ein av stuðlunum hjá NSÍ. Vit eru fegin um at KJ blívur við at stuðla felaginum, og takka hjartaliga fyri stuðulin.
Í samband við stóru Gospel konsertina fríggjakvøldið á Eystanstevnu ber til at keypa nýggju vælumtóktu fløguna hjá Sirikit Jacobsen – “Lyftið” – í steðginum.
Ein av okkara evnaríku ungu leikarum Meinhard Olsen, fer hesa vikuna og fyrst í komandi viku, at royndarvenja í Lyngby í Danmark. Venjingin er komin í lag gjøgnum Pætur Clementsen, sum er hjálparvenjari hjá U-17 dreingjum í Lyngby. Pætur hevur drúgvar venjararoyndir og hevur í fleiri umførum verið venjari hjá føroysku ungdómslandsliðnum. Meinhard fer at venja hósdagin og fríggjadagin…
Hóskvøldið 5. mai var stórfingna finalan í spurnarkappingini “Av Skipanesi til Æðuvíkar” í Løksvøll. Vælupplagdu vertirnir, Jonhard og John, førdu okkum við góðari hjálp frá einin rúgvu av trúgvum NSÍ’arum ígjøgnum eitt sera stuttligt og ikki minst spennandi kvøld. Fyrst vóru semifinalurnar á skránni. Í fyrru seminfinaluni dystaðust Saltangará (Jónsvein Knudsen, Kári P. Højgaard) og…