|

Helga og Jonnhild á U17-landsliðnum

Fyri tíð síðani vóru tvær av okkara ungu kvinnuleikarum úttiknar á U17 landsliðið. Talan er um Helgu Mikkelsen og Jonnhild Sondum, og í dag gekk leið teirra so til Bulgaria. Kappingin stendur at verða 9.-17. novembur, og føroyska liðið skal royna seg ímóti Bulgaria og Kroatia.

Vit ynskja Helgu og Jonnhild til lukku við úttøkuni og allarbestu eydnu við komandi avbjóðingum.

Líknandi tíðindi