Seyðaseðilin er trektur
Lutaseðilin er trektur, og hesi hava vunnið.
Tey sum hava vunnið kunnu ringja til Stig Davidsen á tlf 597230.
Vit takka hjartaliga fyri góða stuðulin.
U16 dreingirnir hjá NSÍ eru steypavinnarar! Í einum nervabraki á Tòrsvølli drógu okkara longra stráið og vunnu 2-1 á favorittunum úr B36. FSF gjørdi steypafinalukarmarnar framúr góðar, Tórsvøllur er vorðin ein einastandandi fjálgur leikvøllur og summarveðrið spældi við, tá finalurnar í steypakappingini vórðu leiktar leygardagin. Okkara U16 dreingir skuldu reisa seg aftur eftir tapið móti…
U17 dreingirnir hjá okkum leiktu í gjár móti Birmingham, har teir taptu tepurt 1-0. Føroyar var undir trýsti fyrru helvt av fyrra hálvleiki, men komu so meira inn í dystin. Teir fingu spælt´sær til 3 stórar málmøguleikar, sum málmaðurin vardi fyri. Birmingham fekk mál uppá teirra einasta veruliga møguleika og vunnu tí dystin. Ì dag spældu so…
Les formansins orð um dagsins dyst í móti Víkingi. Terji Vestergaard hugleiðir og vísur á týdningin av at “Her havi eg tað gott, her kenni eg meg heima”. SAMAN STANDA VIT STERK! Leikskráin, TAK NIÐUR
Einar Tróndargjógv hevur í kvøld skriva undir nýggjan sáttmála við NSÍ. Einar telist sum ein av okkara royndu spælarnum í felaginum, og tað styrkir felagið og liðið, nú Einar hevur skrivað undir nýggjan sáttmála. Einar hevur leikt 300 dystir í bestu deildini, 26 í steypakappingini, 8 Evropa Leage, 2 Champions Leage og 12 landsdystir….
Tað hevur ongantíð verið nakað loyndarmál, at Petur Knudsen er ein fantastiskur leikari, og eru vit í NSÍ glað og stolt av Peturi. Vit hava havt hann í felagnum síðani hann sum 4 ára gamal traðkaði á vøllin, og tíðliga sást at evnini hjá Peturi vóru góð. Petur er eitt at okkara gulleggum, og tí…
Venjarin hjá WU15 landsliðnum, Sigtór Petersen, hevur úttikið tær 18 leikarar, sum skulu umboða Føroyar til Baltic cup 2023. Ímillum hesar 18 eru tríggir NSÍ´arar at finna. Tær eru Emma Charlotta Knudsen, Naomi Hansen og Sunnvá Skipanes. Tær tríggjar, Emma Charlotta, Naomi og Sunnvá spæla við U16 gentunum hjá NSÍ, og eru tær dugnaligar og…