Líknandi tíðindi
VINNARIN ER FUNNIN!
Atgongumerkini til listaframsýningina var, sum kunnugt, eisini ein lutaseðil um ein málning frá Harry Knudsen. Trekt er nú millum seðlarnar, og vinnarin var nr. 361. Vinnarin kann seta seg í samband við +298 211957 fyri at fáa vinningin. Takk til tykkum mongu, sum løgdu leiðina fram við til listaframsýningina í Skúlanum við Løkin 1. og…
NSÍ a piltarnir komnir í kvartfinaluna
A- piltaliðið var í alvorligum gysara seinnrapartin. Tíðliga í morgun taptu vit 3-1 móti Fredriksund, og longu aftur kl 11.20 skuldu vit í eldin aftur. Hesin dysturin var móti ÍF og vunnu vit greiðan sigur 13-0. Kl 16.20 var so finalan um annað plássið og var hesin dysturin móti Bredballe. Bæði liðini høvdu 6 stig,…
Starvsnevndin hjá NSÍ hevur skipað seg
Hósdagin 15. februar hevði NSÍ aðalfund. Tá blivu 5 nýggj fólk vald inn í starvsnevndina, ið samlað telur 7 fólk. Í kvøld hevur starvsnevndin skipað seg, og starvsnevndin hjá NSÍ sær soleiðis út: – Karstin Joensen, formaður – Andreas Lamhauge, næstformaður – Herbjørg Jøkladal, kassameistari – Annika Klein, skrivari – Høgni Lamhauge, nevndarlimur – Wenzel…
Jón Petur Thomsen fingið landsliðsboð til U15!
Jón Petur hevur landsliðsboð til U15. Vit ynskja Jón Petur hjartaliga tillukku við úttøkuni, og góða eydnu 🙂
Jákup Mortensen farin
Tað var við sorg, at vit mikudagin fingu boðini um, at nú var Jákup Mortensen farin. Ein, ið veruliga gekk undan og skapti teimum møguleikar, ið komu aftaná. Ein fyrimynd í allar mátar og líka til tað síðsta eitt menniskja, hvørs hjarta bankaði fyri NSÍ. So seint sum í februar fekk Jákup heiðursskjal Poul E….
Seyðaseðilin 2023 er trektur!
Seyðaseðilin 2023 er trektur, og tit síggja vinnarnar á myndini, ið er viðheft. NSÍ takkar fyri stuðulin. SAMAN STANDA VIT STERK!