NSÍ – Víkingur, Skíris hósdag kl. 13
Í morgin (Skírishósdag) spæla Betri kvinnur fyrsta heimadyst í ár, sum verður ímóti Víkingi. Dysturin byrjar kl.13:00. Komi og stuðlið
Í morgin (Skírishósdag) spæla Betri kvinnur fyrsta heimadyst í ár, sum verður ímóti Víkingi. Dysturin byrjar kl.13:00. Komi og stuðlið
Tit valdu dupulta málskjúttan, Heðin, til dagsins mann í 3-3 dystinum móti KÍ 17. august. Heðin tóktist at hava gott tað á bygdamonnunum í KÍ-verjuni hendan dystin. Tit góðu honum 29 % (38 atkv.) av teimum givnu 132 atkvøðunum. Altíð ídni og lívligi Árni gjørdist nummar tvey við 16 % (21 atkv.). Nummar trý gjørdust…
Hóast málmunurin kundi bent á eina tætta grannauppgerð, vóru okkara menn nærri einum størri sigri, enn toftamenn einum javnleiki, men dysturin fer avgjørt ikki í søgubøkurnar sum nakað stórt fótbóltsupplivilsi og kortini kundu vit ugga okkum við, at vit sóu Árna Frederiksberg frá síni allarbestu síðu, við eini røð av vandamiklum sendingum og eisini neyvum…
Christian Høgni bleiv greitt valdur til dagsins mann í dystinum móti B71 tann 23. oktober. Vit vunnu størsta sigurin í ár – 9-1 – og Føroya besti áleypari skjeyt ikki færri enn 5 mál í dystinum. Hann fekk heili 56% (149 atkv.) av teimum íalt 267 givnu atkvøðunum. Heðin gjørdist nummar tvey við 9% (23…
Tit hava valt Árna til dagsins mann i dystinum móti B68 á Svangaskarði seinasta sunnudag. Árni fekk 32 % av teimum íalt 147 givnu atkvøðunum. Árni var serliga eyðsýndur í fyrra hálvleiki, tá NSÍ hevði yvirtakið, og alt bar til. Hann var við í uppleggunum til bæði málini hjá Klæmint. Og dupulti málskjúttin, Klæmint, gjørdist…
Brian Kerr hevur úttikið landsliðið til útidystin móti Slovenia 8. oktober og heimadystin móti Norður Írlandi 12. oktober. Fyri NSÍ er tað gleðiligt at síggja, at heili fimm NSÍ’arar eru á landsliðinum. Okkara menn á landsliðinum hesaferð eru: Bogi, Jóhan, Jann Ingi, Jústinus og Jónhard. Vit fegnast eisini um at síggja okkara raska Jónhard fáa…
Dómarin Ransin Djurhuus valdi at avblása Vodafonedystin millum NSÍ og ÍF í kvøld við Løkin í Runavík, tá umleið 20 min vóru leiktur av fyrra hálvleiki. Orsøkin til, at dómarin valdi at avblásað dystin, var, at dómaratrioin hevði trupulleikar at síggja strikurnar, tí kavi hevði lagt seg á vøllin beint áðrenn, og meðan dysturin var í…