Seyðaseðilin er trektur!
Seyðaseðilin er trektur.
Um tú hevur vunnið, so ring til Stig Davidsen, tlf nr 597230.
NSÍ takkar fyri stuðulin 💪🐝💛😃
Sí myndina.
Umboð fyri NSÍ ganga næstu dagarnar og selja tann afturvendandi seyðaseðilin, har ikki færri enn 11 krov eru at vinna umframt 22 sodavatnskassar. Vit vóna at tit taka væl í móti teimum sum selja, og stuðla arbeiðinum hjá NSÍ. Takk fyri stuðulin!
Hóskvøldið 5. mai var stórfingna finalan í spurnarkappingini “Av Skipanesi til Æðuvíkar” í Løksvøll. Vælupplagdu vertirnir, Jonhard og John, førdu okkum við góðari hjálp frá einin rúgvu av trúgvum NSÍ’arum ígjøgnum eitt sera stuttligt og ikki minst spennandi kvøld. Fyrst vóru semifinalurnar á skránni. Í fyrru seminfinaluni dystaðust Saltangará (Jónsvein Knudsen, Kári P. Højgaard) og…
Niðanfyri er yvirlit yvir venjaraskeið, sum hava verið ella ætlandi verða í 2012. Hesi skeið eru partur av venjaraútbúgvingarskipanini hjá Fótbóltssamband Føroya. Neyvari lýsing av skeiðunum og innbjóðing verður løgd á heimasíðuna so hvørt. Skeiðini eru treytaði av nóg góðari undirtøku, og er tørvur á tí, vegna góða undirtøka, verður okkurt skeiðið endurtikið. B-útbúgvingin Skeið…
Aron Knudsen hevur longt sáttmálan við NSÍ. Aron var skaddur ein part av kappingini í ár, men er nú klárur aftur at stríðast fyri felagið. Vit fegnast um at enn ein av okkara ungu ynskir at longja sáttmálan við NSÍ. Tað er gott at hjarta er GULT. Tillukku við sáttmálanum Aron, og bestu eydnu.
Frá komandi viku venja gentur U-10 og gentur U-12 somu tíð. Vant verður týsdag og hósdag kl 15.00. Venjari er Tummas Eivind Hansen fartelefon 27 02 07. Ungdómsnevndin hjá NSÌ
Ein NSÍ’ari er í hópinum, sum U17 landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein hevur úttikið til EM-undankappingina í Portugal —————— Skrivað hevur fsf.fo: Tað verður undir portugisisku sólini og í væl heitari umstøðum samanborið við veðurlagið her heima, at U17-landsliðið við dreingjum seinni í hesum mánaðinum fer til EM-undankapping í Portugal. Umframt Føroyar og vertslandið verða Slovenia og…