Kemilux stuðlar NSÍ
Kemilux er aftur í 2020 ein av stuðlunum hjá NSÍ. Vit er takksom fyri stuðulin frá Kemilux.
Allan K Jepsen er nýggjur høvuðsvenjari hjá NSÍ. Allan er 43 ára gamal, og hevur nógvar royndir sum leikari, hann hevur spælt í Danmark, Týsklandi, Hollandi, Svøríki og Scotlandi á hægsta støði. Allan hevur sum venjari verið partur av ungdóminum hjá AGF, hjálparvenjari hjá AGF og AaB í bestu donsku deildini. Allan passar…
Tað var kendi russiski tónasmiðurin og klaverleikarin Dmitrij Dmitrijevitj Sjostakovitj sum segði hesi kendu orðini: „Fótbóltur er ballettin hjá fjøldini.“ Meðan Rudolf Nureyev og aðrir úrmælingar í listdansi sløktu tostan hjá mentanarelituni og landsins oddafiskum í Bolshoi teatrinum, var fótbólturin – á leikvøllum kring um alt samveldisríkið – í Sovjet, ballettin hjá tí vanliga manninum,…
Í kvøld hevði NSÍ aðalfund í hølinum. Ein útskifting var í starvsnevndini. Arnfinn Langgaard valdi at takka fyri seg í nevndini, og í hansara stað bleiv Bjartur Nolsøe valdur. Starvsnevndin skipaði seg aftaná fundin. Dánial Hansen heldur fram sum formaður, Oddfríður Gaardbo næstformaður, Bjartur Nolsøe kassameistari, Oddvør Jacobsen skrivari og Bergmann Finnsson nevndarlimur. Eykalimirnir…
Framvegis eru tað fleiri sum enn ikki hava goldið luttøkugjald. Vit fara í at heita á tey sum enn ikki hava goldið um at fáa hetta í rættlag beinanvegin. Goldið luttøkugjald er treyt fyri at fáa loyvi at venja og leika við ungdómsliðunum hjá NSÌ. Luttøkugjaldið í ár verður tað sama fyri tær ymisku aldursbólkarnar…
Ì seinasta dystinum hjá U-17 landsliðnum í EM undankappingini í Luxemborg, fekk Føroyar í kvøld javnleik móti vertstjóðini Luxemborg. Dysturin endaði 1-1 eftir at hálvleiksstøðan var 0-0. Føroyar løgdu seg á odda 1-0 í 49 min við einum frísparki sum Jón Àki Jacobsen úr FC Suðuroy hegnisliga setti í netið. Hetta var ein góð føðingardagsgáva sum evnaríki…
NSÍ hevur eykaaðalfund í hølum felagsins hóskvøldið 3. apríl kl. 19.30. Skrá: 1. Val av nevnd 2. Ymiskt (Hesin fundurin er av misgávum lýstur í bløðunum at vera 30. apríl)