Múrarameistarin “Ingolf Hansen” stuðlar NSÍ
Múrarameistarin Ingolf Hansen stuðlar NSÍ, vit eru takksom fyri stuðulin.
Unglingarnir (Dreingir U-18) spæla mánakvøldið kl 18.30 móti felagsliðnum EBS/Skála. Vinna dreingirnir hendan dystin gerast teir Føroyameistarar. Vónandi møta nógv upp at stuðla okkara røskum dreingjum. Stuttligt hevði eisini verið um Guliganz seta dám á dystin við sangi og trummum.
Lutaseðlarnir hjá NSÍ gentum verða ikki trektir í dag, men um eina viku, tann 22. mai.
U-15 liðið tapti 1-0 móti Kolding. Úrslitið gav ikki eina rættvísa mynd av dystinum, tí tað vóru í veruleikunum føroyingarnir sum høvdu teir stóru málmøguleikarnar, men megnaðu ikki at skorað. Venjarnir Eli og Mathias, høvdu valt at geva teimum leikarum, sum ikki hava spælt so nógv, møguleikan at vísa sínar dygdir frá leikbyrjan. Tað gekk…
NSÍ hevur sett Christian Høgna til høvuðsungdómsvenjara tey næstu 3 árini. Christian Høgni hevur verið høvuðsungdómsvenjari í ár, og kemur nú at hava ábyrgdina av ungdóminum í felaginum komandi 3 árini. Hettar er ein partur av ein heildarætlan fyri ungdómsætlanina hjá NSÍ, og gleða vit okkum til framtíðina. Vit ynskja Christian Høgna tillukku við…
Í samband við dystin í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið millum NSÌ og Víking mikukvøldið 7 august kl 19.00 á Svangaskarði, er vinningurin á lutaseðlinum ein Iphone 4S. Umboð frá NSÌ koma at standa við inngongdina at selja lutaseðlar. Lutaseðilin kostar 10 kr pr stk. Tað er RTS sum hevur latið vinningin.
Hans Marius hevur longt sáttmálan við NSÍ, og hevur skrivað undir ein nýggja 2 ára sáttmála. Hans Marius hevur verið skaddur meginpartin av 2019, men hevur trenað upp í ár, og fekk seinastu dystirnar við hjá U21 og 1 deild. Nú er hann klárur aftur, og vit eru glað um at Hans Marius ynskir at…