KJ er aftur stuðul hjá NSÍ
Aftur í ár er KJ ein av stuðlunum hjá NSÍ. Vit eru fegin um at KJ blívur við at stuðla felaginum, og takka hjartaliga fyri stuðulin.
Pól Johannus Justinussen hevur gjørt sáttmála við danska superligafelagið AaB. Pól Johannis hevur sína fótbóltsuppaling í NSÍ og tað er frøast yvir tað ungdómsarbeiði sum felagið hevur gjørt, ber frukt. Pól Johannes hevur gjørt ein hálvtárs sáttmála við AaB. AaB hevur í vetur mist verjuleikararnar Kjetil Wæhler, Denis Dedovic og Lucho, og í tí sambandi…
Eftir tveir javnar og góðar dystir av føroyska liðnum, møttu vit í dag einum sera tendraðum finskum liði, ið spældi sum ein væl smurd maskina. Skjótt spæl og høgt press gjørdu, at okkara leikarar í stóran part av fyrra hálvleiki stóðu afturi á egnari hálvu og lossaðu bóltar vekk. Hetta høga trýstið gjørdi at føroyska…
Góðu tit Hettar er ein áheitan um ikki at leggja nakað ímillum hurðina inn til skiftingarrúmini í Bylgjuni. Hurðin er opin vanligar dagar frá kl 15.00 til kl 22.00, tí er ongin grund at leggja nakað ímillum hurðina. So vinarliga latið hurðina fáa frið, og gangi inn og út sum vanligt, tí hurðin er…
Felagsvenjing fríggjadagin kl 17:00, og endar kl 18:00 ⚽ Nú tilmeldingardagurin hevur verið, so fara vit at byrja árið við felagsdegi/venjing fríggjadagin 06 mars ⚽🐝 Saman standa vit sterk🐝
Fróði Benjaminsen hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ. Fróði er nokk tann leikarin í Føroyum í dag, sum hevur flest royndir innan fótbólt. Hann hevur leikt eina rúgvu av landsdystum fyri Føroyar, umframt Evropa Cup dystir. Vit eru fegin um at Fróði Benjaminsen nú er partur av NSÍ hópinum. Vit ynskja Fróða Benjaminsen vælkomnan…
Hesir heima- og útidystir eru á skránni í viku 41 og 42 strong>