Haraldur R Højgaard heim aftur til NSÍ
Haraldur R Højgaard kemur heim aftur til NSÍ. Haraldur hevur í kvøld skrivað undir 2 ára sáttmála við NSÍ.
Vit ynskja Haraldur tillukku við sáttmálanum, og vælkomnan aftur í gulu blusuna.
Farna kappingarár varð avgjørt at byrja við einum nýggjum venjingar og dystarleisti í felagnum. Hesin leistur fekk navnið “Menningarliðini”. Innihaldið í hesum var at teir sum skuldu leika við 2 deildarliðnum, skuldu vera ungir leikarar sum ein metti høvdu potensiali at røkka besta liðnum hjá felagnum innan rímuliga tíð. Hesin leisturin riggaði somikið væl at…
Stutt og seinkað dystarfrásøgn – NSÍ ímóti KÍ við Løkin 16. mars. Fyrri hálvleikur var rímuliga javnur – tó hevði KÍ størri bit í álopspartinum. Okkara menn høvdu bóltin nógv, men kortini bleiv ikki spælt upp til teir stóru málmøguleikarnar og álopsparturin var, fyri tað mesta, ov lættur at lesa av. Okkara besta møguleika…
Vit gera aftur í ár ein túr til Euro Leage dystin. Hesuferð gongur leiðin til Belfast. Nú hava vit trekt Ballymena United úr Norðurírlandi. Vit leiga aftur flogfar, eins og seinast, og geva fjepparum og øðrum møguleika at koma við! Belfast er ein deiligur býur, har úrvalið er stórt, og prísirnir lágir! Ferðaskrá: 26JUN 12.35 …
Mánadagin 25 juni kl 19.30 dreingir U-18 NSÍ-HB Runavík Týsdagin 26 juni kl 19.30 1 deild menn NSÍ-07 Vestur Runavík Mikudagin 27 juni kl 20.30 3 deild menn NSÍa-B36 b Runavík Hósdagin 28 juni kl 18.00 dreingir U-14 NSI a-Víkingur a Runavík Hósdagin 28 juni kl 19.30 venjingardystur NSÍ U-16 og NSÍ U-18 Runavík Fríggjadagin…
Árligi tilmeldingardagurin hjá NSÍ verður leygardagin 6. apríl millum kl 14.00 og 16.00 í ítróttarhandlinum Sportigan í Saltangará. Til ber at gjalda kontant og/ella við korti. Goldið luttøkugjald er treyt fyri at fáa loyvi at spæla á liðunum hjá NSÍ. NSÍ ítróttarklæðir kunnu hendan dagin keypast við 20% í avsláttri. Óvita Blues band kemur at…
Góðar kreftir í og kring felagið boða nú frá, at framyvir verður skipað fyri sjavskapping mikukvøld kl. 19 í NSÍ hølinum. Í mong ár var sjavsur fastur táttur í NSÍ kjallaranum, har fólk komu saman til hugna, kortspæl og ein drekkamunn, og okkurt reypi mundi eisini verða. Hetta er ein týðandi partur av felagsskapinum kring…