Seyðaseðil er trektur!
Í kvøld var seyðaseðilin trektur. Hettar eru tey sum hava vunnið. Um tú hevur vunnið, so kanst tú ringja til Stig Davidsen á tlf nr 597230.
NSÍ takkar hjartaliga fyri stuðulin.
Soleiðis spæla Old Boys +45 hjá NSÍ í ár. Tit síggjar tær fýra innleiðandi kappingarnar niðanfyri.
Formaðurin setur orð á NSÍ liðið, sum í ár, í mestan mun, er mannað við lokalum leikarum. Tofta Ítróttarfelag verður ynskt hjartaliga tillukku við 60 ára føðingardegnum. Tórbjørn Jacobsen hugleiðir. Les hvat liggur aftanfyri orðini “Eg skal ikki berast út av mínum egna heimavølli sum tapari. Gev mær heldur nógmikið av krúti, soleiðis, at toftamenn…
27-ára gamli álopskendi leikarin, Búi Egilsson, hevur undir skrivað ein nýggjan sáttmála fyri kappingarárið 2024. Búi Egilsson leikti sínar fyrstu minuttir í betri deildini í 2012 fyri Fc/Suðuroy, men í 2019 var Búi at síggja í gulari troyggju. Í 2024 er tað 6. kappingár hjá Búa Egilsson í NSÍ. 125 dystir er Búi Egilsson skrásettur…
1 deild menn: NSÍ – Víkingur 1-0 (0-0) MÁL: 47 min 1-0 Búi Egilsson Upplegg: Beinir Nolsøe Í allar fagrasta veðri var heilt fitt av fólki leitað sær til dyst millum NSÍ og Víking. Hjá okkum var ein broyting í mun til sigurin á toftamonnum seinasta leygardag. Yehor var sjúkur, so í hansara stað hevði…
Eftir dystin á Argjum í dag er greitt, at U16-dreingirnir hjá NSÍ eru føroyameistarar! NSÍ vann dystin ímóti AB 7-0, og tískil var gullið ongantíð í vanda. NSÍ endaði ovast við 35 stigum fyri 14 dystir. Vit ynskja okkara ungu dreingjum hjartaliga til lukku við gullinum! Jens Martin Knudsen er venjari hjá NSÍa. Heimasíðan…
Komandi kappingarár verður Kristian Joensen aftur í gulum. Eftir drúgva útlegd, er 29 ára gamli málmaðurin av Glyvrum vendur heim aftur til røturnar. Kristian hevur í fleiri ár leikt við KÍ, til hann í ár skifti til EB/Streym, har hann hevur havt eitt sera gott kappingarár. Fleiri ferðir seinastu árini hevur Kristian eisini verið rundan…