Lutaseðilin
Lutaseðilin sum ungdómurin hjá NSÍ hevur selt seinastu vikurnar verður trektur hósdagin. Lýst verður á heimasíðuni hjá NSÍ, tá seðlarnir eru drignir.
Vinarliga haldi okkum til góðar at tað er seinka við at trekkja seðlarnar.
MYND: Málskjúttarnir Brandur Olsen og Jóhannus Hansen Við einum fult uppibornum sigri á Albion FC, hava U-15 dreingirnir leikt seg í hálvfinaluna í AIFF kappingini. Kravið til dystin í dag var ein sigur móti Albion, skuldi dreingirnir leika seg í hálvfinaluna. Støðan undan dystinum var at AlbionFC hevði nýggju stig, meðan Føroyar og Birmingham…
NSÍ hevur tørv á einum samskipara at byrja í felagnum sum skjótast. Hevur tú hug at hjálpa til, og er sálin gul? Vit hava tørv á einum dugnaligum og jaligum samskipara til okkara felag. Uppgávan hjá samskiparanum í NSÍ er at samskipa nógvu uppgávurnar. Nevnast kann venjingartíðir, dystarsamskipan og onnur tiltøk, sum felagið skipar fyri…
Bilasølan og NSÍ hava gjørt stuðulsavtalu, og komandi tvey árini verður Bilasølan ein aktivur viðspælari hjá NSÍ. Formaðurin í NSÍ, Dánial Hansen, sigur, at hann fegnast um góða stuðulin frá Bilasøluni, og leggur afturat, at slíkur stuðul er kærkomin, og hevur stóran týdning fyri menningina av felagnum komandi tvey árini. Hendrik Egholm, stjóri á Bilasøluni,…
NSÍ hevur 3 smádreingjalið við í landskappingini í ár. Eitt úrvalslið spælir á heilum vølli við 11 leikarum. Hini bæði liðini spæla á 3/4 vølli við 9 leikarum á hvørjum liði. Tey bæði liðini við 9 monnum skuldu spæla í Runavík í dag. Eftir ætlan skuldi HB møta við tveimum liðum, men eftirsum teir bert…
Ábraham Løkin og Eli Hentze landsliðsvenjarar hjá føroyska U19-landsliðinum hava úttikið Kristian Joensen og Árna Frederiksberg til landsdystirnar í EM-undankappingini, sum verða leiktir í Lettlandi í døgunum 5.-13. oktober. Føroyar leika hesar dystir: 07.10.10 kl. 14.00 Kroatia-Føroyar 09.10.10 kl. 14.00 Italia Føroyar 12.10.10 kl. 14.00 Føroyar-Lettland Hópurin er annars hesin: 07 Vestur: Rógvi Nielsen, Eli…
Fyri at kunna atkvøða til nevndarvalið, ið verður á eykaaðalfundinum, mikudagin 26/10 kl.19, er neyðugt at vera skrásettur sum limur í felagnum. Til ber at tekna seg sum lim, við at upprætta eina árliga flyting á 200kr til 9181-1225040, og viðmerkja “limagjald”. Vit síggjast! – Nevndin”