Jón Petur Thomsen fingið landsliðsboð til U15!
Jón Petur hevur landsliðsboð til U15.
Vit ynskja Jón Petur hjartaliga tillukku við úttøkuni, og góða eydnu 🙂
Gudmundur Danielsen hevur longt sáttmálan við NSÍ, so at hann nú verður partur av NSÍ til og við 2023. Gudmundur hevur arbeitt sum fysiskur venjari í felagnum í ár, og eru vit nú fegin um at Gudmundur nú hevur longt sáttmálan. Í ár hevur Gudmundur verið rundan um Betri hópin hjá monnum, men nú sáttmálin…
“Nú er løtan” at gerast MENN og hølva B36 av, sigur formaðurin til dagsins dyst. Djóni N. Joensen tosar um týdningin av at nevnd og viðhaldsfólk standa sterk og ikki lata seg ávirka til at víkja frá nýggja leistinum. SAMAN STANDA VIT STERK Leikskráin, TAK NIÐUR
Aron Knudsen hevur í dag skrivað ein eitt ára sáttmála við NSÍ. Hann kemur sostatt aftur at umboða barndómsfelagið. Vit í NSÍ bjóða Aroni vælkomnum heim, og fegnast um, at hann aftur kemur at spæla fyri Vespunum við Løkin. Saman standa vit sterk!
Leygardagin 11. juli 2015 skipar B36 aftur fyri Adidas Summar Cup. Kappingin er ein barna- og ungdómskapping, har dentur verður lagdur á bæði tað ítróttarliga eins og tað sosiala. Talan er sostatt um kapping, ið øll børn og ung í Føroyum kunnu fáa gleði av, og sum kann skapa vinabond tvørtur um feløgini. Hetta er…
Her eru liðmyndir sum myndamaður okkara Adrian Dalsá tók a Eystanstevnuni í gjár. Smápiltar B: Aftast frá vinstru: Asfinn Sigvardsen (venjari), Brandur ?, Beinir Rasmussen, Dánjal Danielsen, Jógvan Sigvardsen (venjari) Fremst frá vinstru: Dávid, Jákup, Sølvi, Martin Danielsen Piltar B Aftast frá vinstru: Mourits Heini, Ingolvur, David, Birgir, Harry venjari Fremst frá vinstru;…
43-ára gamli sviin Jens Wedeborg hevur í dag skrivað undir 2-ára sáttmála við NSÍ. Á tíðindafundinum í Bylgjuni í dag kl. 16 kunngjørdi Karstin Joensen, formaðurin í starvsnevndini hjá NSÍ, at felagið hevur funnið nýggjan høvuðsvenjara í Svøríki. Jens Wedeborg greiddi sjálvur frá, at hann byrjaði sína venjarayrkisleið á ungum árum. Hann hevur verið venjari…